18. oktober 2023

Skeið hjá Brúsá - at byggja online felagsskapir

Set tær í kalendaran at skeiðið er 18. okt. 2023 kl. 16.30-21 og tilmelding er innan 13. okt. 2023
Endamálið við skeiðnum er, at menna førleikarnar at skapa online felagsskapir (communities), sum stuðla uppundir og styrkja feløgini.
 
Skeiðið er ætlað teirra, ið umsita ella ætlandi fara at umsita sosialar miðlar í feløgunum. Umframt nevndarumboð og leiðarar, sum taka avgerðir í hesum sambandi.
 
Møguligar avmarkingar í umboðum fyri hvørt felag kann koma fyri.
 
Feløgini kunnu styrkja seg sum eina eind innanhýsis við at skapa online felagsskapir. Harvið at styrkja relatiónirnar tvørturum limir, leiðarar, foreldur, nevnd o.o. og motivatiónina til í felag at lyfta sjálvbodna arbeiði fyri børn og ung.
 
Við at kenna fyrimunir og vansar við online samskifti, og hvussu tað kann verða bygt upp og skipað, so kann arbeiðið hjá feløgunum styrkjast við at byggja online felagsskapir.
 
Tað sama er galdandi uttanhýsis, har tørvur m.a. er á, at upplýsa um virksemið, fáa nýggjar limir, gera foreldur varugan við møguleikan at teirra barn/børn, eisini kunnu luttaka í barna- og ungdómfeløgum, og at draga til og varðveita leiðarar og hjálparfólk.
 
Eisini at onnur t.d. kommunalir myndugleikar og onnur sum taka avgerðir, ið hava týdning fyri felagsskapirnir, fáa møguleikan at verða kunnaði um arbeiðið, sum verður gjørt fyri børn og ung.
 
Skeiðið verður praktiskt og tekur støði í ítøkiligum dømum.
 
 
Tilmeldingarfreistin er 13. oktober á fur@fur.fo.