Søk stuðul til verkætlanir!

Limafelagsskapir og lokalfeløg í FUR kunnu søkja um stuðul til verkætlanir úr Stuðulsgrunni FURs. Eingin umsóknarfreist er. Yil ber at søkja alt árið!

Treytir fyri stuðul:

  1. serliga góðar verkætlanir børnum og ungum at gagni, ella
  2. fyri samfelagsgagnligar verkætlanir, har børn og ung eru virkin
  3. at verkætlanin ikki er vanligur rakstur, sum kemur undir árligan stuðul
  4. at tað er ein serstøk verkætlan, sum t.d. hevur eitt greitt endamál, sjálvstøðugt virksemi frá dagliga virkseminum og hevur eina byrjan og ein enda
  5. stuðul verður bert latin eina ferð fyri sama tiltak
  6. at feløgini lata inn frágreiðing um verkætlanina, innan 3 mðr. frá tí at verkætlanin er lokin og gott um myndir eisini eru saman við frágreiðingini!
  • Starvsstjórnin tekur støðu til umsóknirnar
  • Starvsstjórnin kann eisini lata vera við at veita stuðul, um ongin skikkað umsókn eftir hennara meting er komin
  • Stuðul úr Stuðulsgrunni FURs verður býttur so ofta, sum starvsstjórnin heldur tað hóska best. Ongar umsóknarfreistir eru galdandi, og allar umsóknir koma til viðgerðar og verða svaraðar, so hvørt tær koma inn

 Vit vegleiða fegin!

Dømi um útgreining av stuðulsupphædd:

Tiltak “Ung framtíð”

Inntøkur

  • Søla pylsur og pannukøkur
  • Stuðul frá Sp/f Glimur
  • Stuðul frá Sp/f Fresh Food
  • Luttøkugjald
  • Eginfígging
  • Samantalt

Útreiðslur

  • Lýsingar                              
  • Ferðaútreiðslur
  • Leiga
  • Matur
  • Tilfar
  • Samantalt
Takk fyri tína umsókn.