FUR heiðurslønin 2018

Heiðurslønir FURs latnar á landsfundi FURs 2018 vóru latnar til títtlingaleiðararnar hjá Havnar KFUK-skótum, Boga F. Sigurstein, leiðari hjá Skótaliði KFUMs og til Høgna Jensen, leiðara innan Føroya Skótasamband.

Títtlingaleiðararnar hjá Havnar KFUK-skótum

Títlingaleiðararnir hjá Havnar KFUK-skótar fingu heiðursløn fyri teirra sera góða arbeiði at geva gentunum góðar og mennandi avbjóðingar, ið ger, at tær vaksa í trúnni á seg sjálvar. Til hetta arbeiði hava tær m.a. arbeitt við ”Free being me” verkætlanini, ið serliga er gjørd, fyri at læra at góðtaka seg sjálvan, sum ein er - at vit øll eru góð nokk sum vit eru.

Eitt foreldur hevur skrivað soleiðis til ein av skótaleiðarunum: ”Tit eru óførar, dugnaligar, hjartaligar, ótroyttiligar! Vit eru heppin at hava so góðar kvinnur at leggja okkara børnum so gott í beinið. So ein hjartans tøkk kemur frá okkum. Tit eru gull verdar!”

Bogi F. Sigurstein, leiðari hjá Skótaliði KFUMs

Bogi F. Sigurstein fekk heiðursløn fyri sítt trúfasta og miðvísa arbeiði at tryggja øllum í skótaliðnum menning og lívsútbúgving og at leggja lunnar undir øllum virkseminum hjá Skótaliði KFUM’s.
Bogi F. Sigurstein arbeiðir miðvíst fyri at gera umstøðurnar hjá úlvum, skótum og leiðarum enn betri enn tær eru í dag. Ímillum avrik hansara kann nevnast Bogastova í Havnardali.

Høgni Jensen, leiðari innan Føroya Skótasamband

Høgni Jensen fekk heiðursløn fyri sítt stóra arbeiði innan skótarørsluna og fyri at flyta føroysku skótarørsluna framá. Høgni Jensen hevur verið leiðari í Skótafylki Sigmunds Brestisson í 22 ár og hevur verið sera virkin í landsarbeiði bæði hjá Føroya Skótasambandi, Føroya Skótaráð og innan Skótahjálpina. Sum leiðari hevur Høgni Jensen fingið ungfólk at taka ábyrgd og leiðslu, og hevur staðið á odda fyri uttanlandslegum. Fleiri av skótunum hjá Høgna Jensen, (bæði fyrrverandi og núverandi) eru í dag, at síggja í fremstu røð í samfelagnum.