30. mars 2021

Verkætlanin Time Out hjá Sinnisbata

Verkætlanin Time Out hjá Sinnisbata fekk Heiðursløn FURs 2021

Grundgevingin fyri at lata heiðursløn FURs til Time Out hjá Sinnisbata er, at Time Out hjá Sinnisbata skipar fyri bólkum til børn og ung millum 12-18 ár, sum eru avvarðandi av fólki við sálarsjúku. Tað er týdningarmikið at lofta avvarðandi, tí teirra tørvur verður ofta settur til síðis ella gloymdur. Ung, sum hava luttikið, siga m.a., at tey kenna seg minni einsamøll, og at tey kenna seg aftur í støðuni hjá hinum luttakarunum - afturmeldingarnar hava verið sera góðar.

Dagmar Clothier, sum er ein av bólkaleiðarunum í verkætlanini Time Out, tók ímóti heiðurslønini.

– Sinnisbati tók stig til Time Out, tí vit sóu ein tørv hjá børnum og ungum, sum eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku, greiðir Dagmar frá í røðu síni í sambandi við at Sinnisbati fekk heiðursløn FURs.

Børnini og tey ungu koma saman í bólkum, har tey hugna sær saman og deila sínar tankar og upplivingar. Oftast ganga tey við tonkunum, at eingin hevur tað sum tey, og at eingin skilur tey – tey kenna seg fullkomiliga einsamøll.

Tað eru børn og ung í Føroyum í familjum við sálarsjúku, har sálarsjúkan fyllir nógv og við hvørt alt. Avvarðandi børn og ung hava brúk fyri einum staði, har rúm er fyri at kunna seta orð á tað, sum fyllir í tonkunum og upplivingunum hjá teimum, og at hoyra onnur børn og ung siga frá

– at vita, at tey ikki eru einsamøll.