FUR heiðurslønin 2023

FUR heiðurslønin 2023 varð á landsfundinum 2023 latin Esbern á Geilini, Fíu Lindendskov, og Hilmar Joensen og Gunnvør Joensen.

Grundgeving fyri at lata FUR heiðurslønina til Esbern á Geilini

FUR heiðurslønin varð latin Esbern á Geilini fyri, at hava verið við til at bygt upp Tabletop Føroyar, sum hevur til endamáls at økja um áhugan fyri og trivnaðin við borðspæls mentanini í Føroyum. Felagið hevur høli at húsast í, eitt stórt úrval av borðspølum og skipar fyri alsamt fleiri borðspæls tiltøkum kring landið.

Esbern hevur við sínum áræði, hugskotum og medferði, megnað at fáa ungdómin í Tabletop Føroyar at vera partur av væl skipaðum og mennandi ungdómslívi, har øll eru vælkomin og kunnu kenna seg væl.

Grundgeving fyri at lata FUR heiðurslønina til Fíu Lindenskov

FUR heiðurslønin varð latin Fía Lindenskov fyri, við sínum blíða lyndi og hugburði til skótalívið, at hava verið virkin í KFUK skótunum frá heilt ungum aldri. Fía hevur fingið fleiri nýggj skótalið í Havn og nýggjar leiðarar soleiðis, at KFUK skótar er nógv vaksið seinnu árini. Fía er virkin í skótavirksemi bæði í Føroyum og uttanlands.

Felagsskapurin er grundfestur í arbeiðshættunum hjá Fíu, sum í dag er forkvinna hjá Føroya KFUK skótum, og bólkaleiðari og liðleiðari hjá Havnar KFUK skótum.

Grundgeving fyri at lata FUR heiðurslønina til Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen  

FUR heiðurslønin varð latin Gunnvør Joensen og Hilmar Joensen fyri í eitt mannaminni á serstakan og viðurkennandi hátt at hava lagt lunnar undir sjónleika- og tónleikavirksemi í Nólsoy. Gunnvør og Hilmar eru eitt sera gott toymið, ið síggja týdningin í at stuðla og menna skapanarevnini, sum býr í teimum ungu.

Gunnvør og Hilmar duga at fáa tey ungu at kenna seg væl, síggja dygdirnar hjá tí einstaka og eru viðurkennandi, so at tann ungi torir og lærir at menna egnar styrkir og førleikar.