FUR heiðurslønin 2020

Heiðurslønir FURs latnar á landsfundi FURs 2020 vóru latnar til Astrid Joensen, Havnar KFUK skótar, Alisu Hammer, Blái Krossur Ungdómur og Áslakur Heinesen, Skótabólkurin Lervíks Páll.



Astrid Joensen, Havnar KFUK skótar

Heiðursløn FURs varð latin til Astrid Joensen, Havnar KFUK skótar fyri at vera ein sonn eldsál fyri Havnar KFUK-skótar og alla skótarørsluna. Astrid hevur ein livandi áhuga fyri skótarørsluni sum heimsumfatandi felagsskapi, og hevur skipað fyri og verið á nógvum legum og túrum í Føroyum og kring allan heimin. Astrid hevur stóra námsfrøðiliga vitan, er virkisfús, kreativ og stuðlandi og tekur stóra ábyrgd bæði hjá Havnar KFUK-skótum, Føroya KFUK-skótum og í Føroya Skótaráði.

Alisa Hammer, Blákross Ungdómur

Heiðursløn FURs varð latin Alisu Hammer, Blákross Ungdómur fyri at gera eitt sera stórt arbeiði ímillum børn og ung, sum koma frá heimum, ið hava rúsdrekkatrupulleikar. Alisa er eitt menniskja við einum stórum hjarta, sum gevur alt fyri at hjálpa einum mestsum ósjónligum bólki í okkara samfelag – børnum, ungum og familjum hjá fólki, ið hava trupulleikar við rúsdrekka- og rúsevnismissnýtslu.

Áslakur Heinesen, KFUM skótabólkurin Leirvíks Páll

Heiðursløn FURs varð latin Áslakur Heinesen, KFUM skótabólkurin Leirvíks Páll fyri sítt megnar arbeiði í KFUM skótabólkinum Leirvíks Páll. Áslakur hevur serstakliga gott tak á børnunum og leggur Áslakur stóran dent á, at læra børnini at verða sjálvbjargin, at kenna ábyrgd og harvið gerast dugnaligir samfelagsborgarar, sum er partur av endamálinum hjá KFUM skótunum í Føroyum. Í 45 ár hevur skótabólkurin havt gleði av arbeiðinum, sum Áslakur hevur lagt í skótarnir, og hetta hevur uttan iva eisini havt eina jaliga og mennandi ávirkan á lívið hjá nógvum børnum og ungum.