Um FUR

FUR er stytting fyri Føroya Ungdómsráð, sum er felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum. FUR bleiv stovnað 25. mai 1984.

Vit eru:

    Umleið 4.000 børn og ung
    49 feløg
    23 limafeløg
    27 lokalfeløg

Samband við okkum

J. Broncksgøta 40
FO-100 Tórshavn
Føroyar/Faroe Islands
+298 599299
fur@fur.fo

Fjølbroytt frítíðarvirksemi

Barna- og ungdómsfeløgini í FUR bjóða fjølbroytt frítíðarvirksemi. Feløg, sum hava ítróttaendamál hoyra ikki til virksemið í FUR.

Feløgini bjóða fjølbroytt barna- og ungdómsvirksemi kring Føroyar innan sjónleik, tónleik, føroyskur dans, borðspøl, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, skiftisnæmingar, KFUM- og KFUK sivilt, Føroya Skótasamband, KFUM skótar og KFUK skótar. 

Endamál FURs

Endamálið hjá FUR er, at:

vera felagsumboð fyri limafelagsskapirnar
viðgera spurningar, ið viðvíkja føroyskum ungdómi
skapa áhuga fyri ungdómsmálum
eggja ungdóminum at taka lut í og fáa ávirkan á samfelagið
umboða limafelagsskapirnar í samstarvi við myndugleikarnar
menna samstarvið og sínámillum fatan millum føroyskan ungdóm
menna millumtjóða fatan