Limafeløg

Í FUR eru 23 limafeløg, eisini nevnd landsfeløg.
AFS Føroyar
Endamálið hjá AFS er at virka fyri millumtjóða forstáilsi gjøgnum ungdóms-/næmingaumskifti
godik@outlook.com
Les meira her

Amnesty International Føroyar Ungamannadeildin (Amnesty Ung)
Endamálið hjá Amnesty Ung er, at upplýsa um grundleggjandi mannarættindi, serliga børnum og ungum. At eggja føroyingum, eisini ungum at broyta mannarættindastøðuna úti í heimi og heima í Føroyum. Virðisgrundarlagið er ST-yvirlýsingin um mannarættindi frá 1984. Visjónin er ein heimur, har øll menniskju hava øll 30 rættindini í ST-yvirlýsingini um mannarættindi, umframt tey rættandi, sum aðrir altjóða sáttmálar staðfesta- Trý høvusðmál: 1. At upplýsa um altjóða mannarættindi 2. At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna úti í heimi 3. At upplýsa um og ávirka mannarættindastøðuna her heima

amnesty@amnesty.fo
Les meira her

 
Blákross Ungdómur
Stuðla føroyska ungdóminum til at liva eitt rúsfrítt lív og upplýsa um vandar við rúsdrekka/evnum.
blakross@blakross.fo
Les meira her
 
CISV altjóða barnalegur
Ednamálið hjá CISV er at arbeiða fyri friði í heiminum. CISV virkar í londum kring allan heim og skipar fyri altjóða legum og arbeiði í lokalumhvørvinum.
cisv-fo@olivant.fo
Les meira her

Dramaverkstaðið
Endamálið við Dramaverkstaðnum er at undirvísa í dramapedagogikki og teaturframløgum.
drama@drama.fo
Les meira her

 
XPERIMENT
Endamálið hjá XPERIMENT er kórsangur, kórmentan og harvið at taka gomul føroysk løg, vísir og tættir og lata tey í ein nýggjan ham.
xperimenttm@gmail.com
Les meira her
 


Frelsunarherurin Ung
Barna- og ungdómsarbeiði hjá Frelsunarherinum.
torshavn@frelsunarherurin.fo
Les meira her
 
 
KFUM skótarnir í Føroyum
Endamálið hja KFUM skótunum í Føroyum er kirkjuligt arbeiði, at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar og vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og virða onnur fólkasløg.
info@skoti.fo
Les meira her
 
 
Føroya KFUK skótar
Endamálið er, at útinna skótaarbeiði samsvarandi alheims skótalóg og skótalyfti og at boða gleðiboðskapin fyri skótum, títlingum og spírum samsvarandi evangelisk-luthersku játtanini.
kfukscout@gmail.com
Les meira her
 
Føroya Skótasamband
Endamálið hjá Føroya Skótasamband er, at umsita felags áhugamál hjá fylkjunum og at samskipa tiltøk. Skótarørslan hevur sum høvuðsendamál at uppala ungar gentur og dreingir til at blíva góðir samfelagsborgarar sbrt. altjóða skótareglum hjá WOSM og WAGGGS.
fsskoti@gmail.com
Les meira her

KFUK í Havn
Endamál felagsins er at boða Guðs orð fyri kvinnum og fólki í øllum aldri, og stuðla teimum í teirra kristnu trúgv og lívi, og at hjálpa teimum at tæna Guði og menniskjum.
kfukhavn@olivant.fo
Les meira her
 


KFUM í Havn
Endamál felagsins er tað góða ítrivið.
bs@sev.fo
 


Framsøkin Ung
Endamál felagsins er, at savna ungdómin undir 30 ár i felagsskap, sum virkar útfrá virðisgrundarlagi felagsins.
fu@fu.fo
Les meira her
 

HUXA
Politiskt Ungmannafelag, Fólkaflokkurin
Endamál felagsins er, at skipa ungdóm í felagsskapi, ið skal arbeiða til frama fyri Fólkaflokkin og ungdóminum í samfelagnum.
huxa@huxa.fo
Les meira her
 
Sosialistisk Ung
Endamál felagsins er, at fylkja ungdómin um javnaðarhugsjónina. Ein og hvør limur eigur at góðtaka grundsjónarmið Javnaðarfloksins og stevnu SU.
suforoyar@gmail.com
Les meira her
 
 
Sinnibati Ung
Sinnisbati Ung er ein ungdómsfelagsskapur, har ung virka fyri at seta sjóneykuna á sálarheilsu og sálarsjúku. Endamálið er at betra um sálarheilsukorini, serliga hjá ungum í Føroyum. Sinnisbati Ung er eitt sjálvstøðugt ungmannafelag hjá Sinnisbata, ið virkar fyri somu endamálum sum móðurfelagið.
Les meira her
 
Norrøna Ungmannafelag Føroya
Endamálið hjá NUF er at vera ein politiskt óheftur felagsskapur við fokus á norðurlendska mentan, mál og samstarv.
nuf.norden.fo@gmail.fo
Les meira her
 

Tabletop Føroyar
Endamál felagsins er, at betra um borðspælumhvørvi í Føroyum. Hetta verið seg borðspøl rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl.
tabletop@tabletop.fo
Les meira her og á facebook her.


Tónleikasamtakið Grót
Endamálið hjá Grót er, at menna tónleikaliga umhvørvið í Føroyum, at eggja og stuðla ungdómin at byrja við og halda áfram at spæla tónleik og skriva fyri tónleikatiltøkum.
tsgrot@gmail.fo
Les meira her
 


Unga Tjóðveldið
Endamálið hjá Unga Tjóðveldið er, at virka saman við øðrum ungum fyri einar frælsar, samhaldsfastar og grønar Føroyar, har fólkið er sett í miðdepilin.
ut@ut.fo
Les meira her

Ung fyri Miðflokkin
Politiskt Ungmannafelag, Miðflokkurin
ung.fyri.midflokkin@gmail.com
Les meira her

Ung í dansi
Endamál felagsins er, at styrkja og menna áhugan fyri føroyskum dansi millum børn og ung í Føroyum.
sr@sr.fo
Les meira her

 

Unga Samband
Endamálið er at savna sambandssinnaðan ungdóm.
Politiskt Ungmannafelag, Sambandsflokkurin
ungasamband@gmail.com
Les meira her