Limagjald

Limagjaldið hjá limafeløgunum til FUR fellur til gjaldingar 1. januar. Freistin at gjalda er 15. februar á hvørjum ári.

Konto nummarið til limagjaldið er 6460-0001579993. 

Viðmerk navnið á limafelagnum í flytingini.

Limagjaldið er kr. 100 fyri hvørt umboð, sum felagsskapurin hevur rætt til á landsfundinum.
Hevur felagsskapur minni enn 300 limir, hevur hann rætt til 2 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 300 til 399 limir, hevur hann rætt til 3 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 400 til 499 limir, hevur hann rætt til 4 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 500 til 699 limir, hevur hann rætt til 6 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 700 til 899 limir, hevur hann rætt til 7 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 900 til 1099 limir, hevur hann rætt til 8 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 1100 til 1299 limir, hevur hann rætt til 9 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 1300 til 1499 limir, hevur hann rætt til 10 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 1500 limir ella fleiri, hevur hann rætt til 11 umboð á landsfundinum.

Dømi 1
Um limafelagskapur hevur 31 limir er limagjaldið 200 kr.
Dømi 1
Um limafelagskapur hevur 299 limir er limagjaldið 200 kr.
Dømi 2
Um limafelagsskapur hevur 300 limir er limagjaldið 300 kr.
 
Fyri at hava atkvøðurætt á landsfundinum, skulu limafelagsskapirnir hava goldið limagjald og gjørt árligu skrásetingina, sum verður gjørd her, innan 15. februar á hvørjum ári.