FUR heiðurslønin 2019

Heiðurslønir FURs latnar á landsfundi FURs 2019 vóru latnar til verkætlanina Øll hava rætt til góða barnaár, Anniku Eidesgaard, skrivara hjá CISV og til Martin Kúrberg, leiðara á viðgerðarheimi til ung.

Øll hava rætt til góða barnaár

Verkætlanin Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Blákross Ungdómi fekk heiðursløn fyri, at bjóða børnum og ungum, ið hava foreldur við rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikum samrøður í bólkum. Fólk flest í samfelagnum eru bangin fyri, at seta orð á trupulleikan, og tí kunna hesi børn og ungu føla, at tey ongastaðni hava at venda sær.

Annika Eidesgaard, skrivari hjá CISV

Annika Eidesgaard fekk heiðursløn fyri, at hava gjørt eitt megnar arbeiði at fyriskipa atljóða CISV legur, bæði tá legur hava verið í Føroyum og eisini, tá Føroyar senda børn og ung aðrastaðni.
Børn og ung hava fingið upplivingar fyri lívið og hava knýtt vinarsambond kring allan heimin.

Martin Kúrberg, leiðari á viðgerðarheimi til ung

Martin Kúrberg er leiðari á viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði, sum er eitt avvenjingartilboð fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Martin Kúrberg fekk heiðursløn fyri at vera ein brennandi eldsál at hjálpa ungum, sum eru bundin av rúsevnum. Martin er ein fyrimynd fyri øll ung um, at tað er ein vón fyri ung við rúsevnistrupulleikum, og at vit hava eina samfelagsliga skyldu at hjálpa øðrum.