15. desember 2020

Elsbet Heðinsdóttir Christiansen er umboð fyri ung í nýggju UNESCO nevndini eftir tilmæli frá Føroya Ungdómsráð

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, hevur valt Elsbet Heðinsdóttir Christiansen í nýggju UNESCO nevndina eftir tilmæli frá Føroya Ungdómsráð.

UNESCO er ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.Endamálið hjá UNESCO nevndini er at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum og virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum í málum UNESCO viðvíkjandi. Harumframt skal nevndin virka sum bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Í UNESCO nevndina fyri 2020-2024 eru, umframt Elsbet Heðinsdóttir Christiansen: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, Annika Smith, landsbókavørður, Landsbókasavnið. Harafturat hevur landsstýrismaðurin tilnevnt Margretha Jacobsen, fulltrúi í Uttanríkistænastuni, at varðir av UNESCO málum á uttanríkisøkinum. Armgarð Weihe, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, er virkandi aðalskrivari hjá nevndini.

Sí meira kunning um Føroyar og UNESCO á www.unesco.fo