18. oktober 2021

Norðurlendskur grunnur til verkætlanir til ung

Øll ungdómsfeløg og eisini bólkar av ungum, sum sjálvi hava skipað seg kunnu taka stig til verkætlanir saman við øðrum ungum úr hinum norðurlondunum

FUR er partur av verkætlanini NUBF (Nordens Unge i Bæredygtige Fællesskaber), sum hevur til endamáls at virka fyri at styrkja sambandið millum ung í norðurlondum.

Øll ungdómsfeløg og eisini bólkar av ungum, sum sjálvi hava skipað seg kunnu taka stig til verkætlanir saman við øðrum ungum úr hinum norðurlondunum og søkja pengar úr grunninum hjá NUBF.

Vegleiðing um hvussu tit søkja um stuðul er her og svar uppá ymsar spurningar er her.

Umsókjanarskjalið er her.

Tit eru eisini vælkomin at venda tykkum til fur á fur@fur.fo og 599299.