Viðtøkur FURs

Viðtøkur FURs vóru seinast endurskoðaðar á landsfundi í Havn tann 20. mars 2021.

§ 1. Navn
1. Navnið er Føroya Ungdómsráð, stytt: FUR.


§ 2. Endamál
1. FUR hevur til endamáls at

  • vera felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum.
  • seta fram og viðgera spurningar, ið beinleiðis ella óbeinleiðis koma føroyskum ungdómi við, eftir áheitan og í samráð við limafelagsskapirnar.
  • virka fyri, at skaptur verður almennur áhugi fyri ungdómsmálum. FUR skal somuleiðis virka fyri, at hesi mál verða sett á dagsskrá í barna- og ungdómsfelagsskapunum, og á henda hátt eggja ungdóminum til at taka lut í og fáa sær ávirkan á samfelagið, hann livir í.
  • umboða limafelagsskapirnar í tann mun, teir vilja tað, í viðurskiftum við myndugleikar, stovnar og aðrar felagsskapir heima og úti.
  • menna samstarv og sínamillum fatan millum føroyskan ungdóm.
  • virka fyri og menna millumtjóða fatan.

§ 3. Limaskapur

Treytirnar fyri limaskapi eru, at felagið er ein barna- og/ella ungdómsfelagsskapur, sum merkir, at:

a) felagið er eitt sjálvstøðugt felag við m.a. egnari nevnd, viðtøkum, roknskapi og aðalfundi.
b) viðtøkur felagsins hava ásetingar, sum greitt tilskila, at felagið er ein barna- og/ella ungdómsfelagsskapur1).
c) fleiri enn helvtin at limunum eru yngri enn 30 ári2).

d) meginparturin av virkseminum er barna- og ungdómsvirksemi3).
Stk. 2. felagið skal hava í minsta lagi 30 gjaldandi limir undir 30 ár í trimum av hesum økjum: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágum, Eysturoy, Norðuroyggjum, Sandoy og Suðuroy, pr. 31.12 í undanfarna ári.
Stk. 3. Felagið skal hava fólkaræðisligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna.

Stk. 4. Felagið skal til fulnar varðveita sína sjálvstøðu, hóast tað gerst limur í FUR.

§ 4. Upptøka og eksklusión av limum
Landsfundurin ger av, hvør er limur í FUR, og tekur støðu til umsóknir um limaskap. Starvsstjórnin fyrireikar umsóknir um limaskap eins og mál um møguliga eksklusión og leggur tær fyri landsfundin til atkvøðugreiðslu. Upptøka fer fram, tá ið atkvøðugreiðslan er endað. Fyri at eksklusión kann fremjast, skal í minsta lagi helvtin av umboðum við atkvøðurætti vera á fundi, og 2/3 av hesum skulu atkvøða fyri. Hevur felagsskapur ikki goldið limagjald í 3 ár á rað, kann landsfundurin taka limaskapin frá felagsskapinum.
Stk. 2. Umsóknir um limaskap, sum eru starvsstjórnini í hendi í seinasta lagi tann 15. februar, koma til atkvøðugreiðslu á fyrst komandi landsfundi.
Stk. 3. Teir felagsskapir, hvørs limaskapur verður viðgjørdur á landsfundi, hava atgongd til viðkomandi landsfund, men teir kunnu ikki taka lut í atkvøðugreiðslu, fyrr enn upptøka er farin fram. Felagsskapir kunnu ikki greiða atkvøðu í málum um egna eksklusión.

§ 5. Landsfundurin
Limafelagsskapirnir mynda landsfundin, sum er hægsti myndugleiki FURs.
Stk. 2. Landssfundurin hevur hesa dagsskrá:
               1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
               2. Ásetan av gyldigum atkvøðum, samb. § 5, stk. 4, 6 og 9.
               3. Ársfrágreiðing frá starvsstjórnini.
               4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
               5. Upptøka og eksklusión.
               6. Framløga av fíggjarætlan frá starvsstjórnini.
               7. Ásetan av limagjaldi.
               8. Innkomin mál.
               9. Møgulig uppskot um broytingar í viðtøkum ella reglugerðum FURs.
              10. Val av formanni FURs.
              11. Val av limum og eykalimum í starvsstjórnina.
              12. Val av skrásettum grannskoðara.
              13. Ymiskt
Stk. 3. Atkvøðurættur á landsfundi er treytaður av, at eingin limagjaldseftirstøða er.
Stk. 4. Limafelagsskapirnir verða umboðaðir á landsfundi í mun til limatal teirra undir 30 ár soleiðis:
Hevur felagsskapur minni enn 300 limir, hevur hann rætt til 2 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 300 til 399 limir, hevur hann rætt til 3 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 400 til 499 limir, hevur hann rætt til 4 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 500 til 699 limir, hevur hann rætt til 6 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 700 til 899 limir, hevur hann rætt til 7 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 900 til 1099 limir, hevur hann rætt til 8 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 1100 til 1299 limir, hevur hann rætt til 9 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 1300 til 1499 limir, hevur hann rætt til 10 umboð á landsfundinum.
Hevur felagsskapur 1500 limir ella fleiri, hevur hann rætt til 11 umboð á landsfundinum.
Stk. 5. Limafelagsskapirnir hava atkvøðurætt samsvarandi umboðsrættinum smb. § 5, stk. 4. Sami persónur kann í mesta lagi umboða 3 atkvøður.
Stk. 6. Starvsstjórnin hevur ikki atkvøðurætt á landsfundi. Starvsstjórnarlimir og starvsfólk hjá FUR kunnu ikki umboða limafelagsskap á landsfundi.
Stk. 7. Samtyktir á landsfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta av møttum umboðum, um ikki annað er tilskilað í hesum viðtøkum. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um 2 umboð krevja hetta.
Stk. 8. Val av formanni og starvsstjórnarlimum fer fram skrivliga.
Stk. 9. Starvsstjórnin kann bjóða gestum við á landsfundin. Limafelagsskapirnir skulu kunnast um hetta frammanundan.
Stk. 10. Fyri at hava atkvøðurætt á landsfundi skulu limafelagsskapirnir lata skrásetingarblaðið inn í seinasta lagi 15. februar. Í skrásetingarblaðnum skulu í minsta lagi vera upplýsingar um endamál, nevndarlimir, umboðsstjórnarlimir, limatal pr. 31.12. og lokalfeløg hjá limafelagsskapinum. Aftur at hesum kann starvsstjórnin eisini biðja um aðrar upplýsingar.
Stk. 11. Landsfundur verður hildin á hvørjum ári í mars. Limafelagsskapirnir skulu hava fundarboð í seinasta lagi 8 vikur fyri fundin.
Stk. 12. Uppskot, sum skulu leggjast fyri landsfundin, skulu vera starvsstjórnini í hendi í seinasta lagi 4 vikur fyri fundin.
Stk. 13. Uppskot um formann og starvsstjórnarlimir skulu vera starvsstjórnini í hendi í seinasta lagi 4 vikur fyri landsfundin. Landsfundurin kann gera frávik frá hesi freist í serligum førum. Gevur landsfundurin frávik, standa bert tey fyri vali, sum frávik er givið til4).
Stk. 14. Fundarskrá, roknskapur, fíggjarætlan fyri komandi ár, møgulig uppskot um broyting av limagjaldi og fráboðan um innkomin uppskot, herundir uppskot um formann og starvsstjórnarlimir, verða send limafelagsskapunum í seinasta lagi 2 vikur fyri landsfundin.
Stk. 15. Eykalandsfundur er, tá ið starvsstjórnin ella umboðsstjórnin vilja.
Stk. 16. 5 av limafelagsskapunum kunnu krevja, at starvsstjórnin kallar inn til eykalandsfund til viðgerð av máli ella málum sambært viðløgdu fundarskrá. Eykalandsfundur skal í slíkum førum haldast í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kravið er sett fram.

§ 6. Starvsstjórnin
Landsfundurin velur eina starvsstjórn við 4 limum umframt formann FURs. Formaður FURs er partur av og formaður í starvsstjórnini. Starvsstjórnin velur sjálv næstformann millum tey umboð, ið verða vald í stjórnina. Valdir verða tveir eyka starvsstjórnarlimir.
Stk. 2. Tveir starvsstjórnarlimir og ein eyka starvsstjórnarlimur standa fyri vali á hvørjum ári5). Formaðurin verður valdur fyri tvey ár. Eftir hesi bæði árini kann sami formaður bert veljast fyri eitt ár í senn.
Stk. 3. Á fyrsta fundi sínum eftir landsfundin ger starvsstjórnin eina virkisætlan fyri tað komandi árið. Virkisætlanin verður løgd fyri umboðsstjórnina til umrøðu.
Stk. 4. Starvsstjórnin stendur fyri og fremur alt tað dagliga arbeiðið hjá FUR.
Stk. 5. Starvsstjórnin velur umboð í nevndir og annað, har FUR eigur at vera umboðað, og kunnar umboðsstjórnina um hetta.
Stk. 6. Starvsstjórnin setir tey starvsfólk, ið eru neyðug, og loysir tey úr starvi. Møgulig lønt størv skulu lýsast alment.

§ 7. Umboðsstjórnin
Umboðsstjórnin skal virka sum kunnandi og mennandi millumliður millum starvsstjórnina og limafelagsskapirnar. Hon skal í virki sínum leggja seg eftir at eggja limafelagsskapunum og starvsstjórnini í arbeiðnum fyri endamáli FURs. Umboðsstjórnin kann av sínum eintingum taka spurningar upp til viðgerðar og seta arbeiðsbólkar at taka sær av serstøkum uppgávum.
Stk. 2. Hvør limafelagsskapur vísir á sítt umboð og eitt eykaumboð í umboðsstjórnina. Formaður FURs er partur av og formaður í umboðsstjórnini. Hinir starvsstjórnarlimirnir kunnu ikki vera umboð í umboðsstjórnini. Teir taka lut á fundum umboðsstjórnarinnar og hava talu-, men ikki akvøðurætt.
Stk. 3. Umboðsstjórnin kann bjóða øðrum barna- og/ella ungdómsfelagsskapum at luttaka í arbeiðnum, heldur hon, at tað er ynskiligt ella neyðugt fyri at náa endamáli FURs.
Stk. 4. Formaður FURs kallar umboðsstjórnina saman í minsta lagi 2 ferðir árliga og skipar fyri fundum umboðsstjórnarinnar.
Stk. 5. Umboðsstjórnin kann bjóða øðrum barna- og/ella ungdómsfelagsskapum at luttaka í arbeiðnum, heldur hon, at tað er ynskiligt ella neyðugt fyri at náa endamáli FURs.

§ 8. Fíggjarmál
FUR verður teknað av formanninum og starvsstjórnini í felag. Tey kunnu eisini í felag veita umboðsfulltrú.
Stk. 2 . Limagjaldið fellur til gjaldingar 1. januar. Er ikki goldið tann 15. februar, missir limafelagsskapurin atkvøðurætt á landsfundinum.
3. Limagjaldið er eitt av landsfundinum ásett krónutal fyri hvørt umboð, felagsskapurin hevur rætt til á sama landsfundi.
4. Roknskaparárið er álmanakkaárið.

§ 9. Viðtøkubroytingar
Limafelagsskapirnir, umboðsstjórnin og starvsstjórnin kunnu seta fram uppskot til broytingar í hesum viðtøkum. Uppskot frá limafelagsskapum og umboðsstjórn skulu sendast starvsstjórnini smb. § 5, stk. 12.

§ 10. Avtøka
FUR verður tikið av, tá ið tveir landsfundir við í minsta lagi trimum vikum ímillum hava samtykt hetta. Á báðum hesum landsfundum skulu í minsta lagi 2/3 av limafelagsskapunum vera umboðaðir.
Stk. 2. Ognirnar hjá FUR skulu við avtøku eftir avgerð frá tí síðsta avtakandi landsfundinum latast til eitt almannagagnligt endamál, sum er í samljóði við endamál FURs.

Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi fundi í Havn tann 25. mai 1984 og seinast endurskoðaðar á landsfundi í Havn tann 25. mars 2023.

1,2 og 3) Broytt á landsfundi 2021.

4 og 5) Broytt á landsfundi 2023.