Stuðulsreglugerðin

Í REGLUGERÐ Spf. Ítróttarvedding til FUR og limafelagsskapirnar eru ásetingar um hvussu peningurin skal umsitast og hvørjar reglurnar eru fyri stuðulin til lima- og lokalfeløgini. Reglugerðin var seinast endurskoðað á landsfundi í Havn tann 20. mars 2021. Sp/f Ítróttavedding er felag hjá landsstýrinum, Ítróttasambandi Føroya og Føroya Ungdómsráð. Landsstýrið eigur 20%, Ítróttasambandi Føroya 50% og Føroya Ungdómsráð 30%. Árliga avlopið hjá Sp/f Ítróttavedding verður býtt har 20% fer til barna- og ungdómsendamál hjá FUR. Limafeløgini í FUR rinda ímillum 200-300 kr. í limagjaldi um árið. FUR fær harumframt kr. 330.000 frá landinum sum játtan á fíggjarlógini. Játtanin er til at stuðla ungdómsarbeiði til tess at menna ungdómin í øllum lutum. Stuðul verður m.a. veittur til upplýsing um útbúgvingarmøguleikar, sum FUR stendur fyri. Hesin stuðulin fer til Les og Lær í Føroyum, sum FUR umsitur.
§ 1. Lógargrundarlagið
Stuðul til ikki ítróttaligar barna- og ungdómsfelagsskapir verður latin sambært løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um Ítróttarvedding; seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011.
 
§ 2. Treytir fyri stuðli
Fyri at fáa stuðul skal talan vera um landsfelagsskap, sum er limur í FUR, ella lokalfelag, sum hevur limaskap í einum av limafelagsskapum FURs. 
 
Stk. 2. Árligi stuðulin til limafeløg og lokalfeløg verður útlutaður í mun til tal á limum, sum hava goldið limagjald í undanfarna kalendaraári.
 
Stk. 3. Limafelagsskapir, sum søkja, skulu lúka hesar treytir og hava:
1. Heimstað í Føroyum.
3. Í minsta lagi 30 gjaldandi limir undir 30 ár pr. 31.12. í undanfarna ári við umboðum í minst trimum av hesum økjum: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágum, Eysturoy, Norðuroyggjum, Sandoy og Suðuroy. 
4. Limagjald, sum  skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga, fyri hvønn einstakan lim.
5. Í minsta lagi 30 gjaldandi limir í undanfarna kalendaraári.
6. Fólkaræðisligar viðtøkur, har tað eru ásetingar, sum tryggja, at limir yngri enn 30 ár hava ávirkan á leiðsluna.
7. Egna nevnd og egið virksemi.
8. Sent umsókn rættstundis, sbrt. § 4 í hesi reglugerð.
 
Stk. 4. Lokalfeløg, sum søkja, skulu lúka hesar treytir og hava:
1. Heimstað í Føroyum.
2. Í minsta lagi 10 gjaldandi limir undir 30 ár pr. 31.12. í undanfarna ári. Eru fleiri enn eitt lokalfelag í sama býi/bygd, skulu tey fylgjandi lokalfeløgini hava í minsta lagi 25 gjaldandi limir hvørt.
3. Limagjald, sum skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga, fyri hvønn einstakan lim.
4. Í minsta lagi 10 gjaldandi limir í undanfarna kalendaraári.
5. Fólkaræðisligar viðtøkur, har tað eru ásetingar, sum tryggja, at limir yngri enn 30 ár hava ávirkan á leiðsluna.
6. Egna nevnd og egið virksemi.
7. Verið limir í landsfelagi í minsta lagi eitt ár, áðrenn tey kunnu søkja um stuðul – tó undantikið úr FUR-grunninum.
8. Limaskap í einum landsfelagi. Lokalfeløg kunnu – í stuðulshøpi – bara verða limir í einum landsfelagi.
9. Sent umsókn rættstundis, sbrt. § 4 í hesi reglugerð.
Stk. 4. Næmingafeløg verða ikki roknað sum lokalfeløg, men tey kunnu søkja stuðul á 2.000 kr. hvørt ár. Stuðul kann ikki veitast til ítróttarlig endamál.
 
§ 3. Býtið av stuðulsupphæddini
Av tí árligu upphæddini, sum FUR fær tillutað frá Spf. Ítróttarvedding, fara tær fyrstu 400.000 kr. til fyrisiting FURs.
 
Síðan verður restin býtt soleiðis:
FUR-grunnurin 10% 
Limafelagsskapir:
Grundstuðul 20%
Lokalfeløg 5%
Lokalfeløg:
Grundstuðul 15%
Limastuðul: 50%
 
Stk. 2. Limastuðulin verður býttur millum limir í limafelagsskapum og lokalfeløgum. Fer tann árliga upphæddin, sum FUR fær tillutað frá Sp/f Ítróttarvedding, upp um 2.000.000 kr., verða 25% av tí, sum er oman fyri 2.000.000 kr., býtt til FUR-grunnin. 75% verða lutfalsliga, eftir nevndu prosentsatsum, tillutað limafelagsskapum og lokalfeløgum. 
 
Stk. 3. Starvsstjórnin kann einmælt gera av at brúka  í mesta lagi 15% av upphæddini í FUR-grunninum til ymiskar verkætlanir, sum FUR tekur stig til og stendur fyri, sbrt. endamáli FURs ásett í § 2 í viðtøkum felagsins.
 
Stk. 4. Fer tann árliga upphæddin, sum FUR fær tillutað frá Sp/f Ítróttarvedding, niður um 1.000.000 kr., verður einki býtt til FUR-grunnin, men í staðin verða grunsins 10% tillutað limafelagsskapum og lokalfeløgum soleiðis, at 2% verða løgd aftur at nevndu prosentsatsum.
 
§ 4. Umsóknir og umsóknarfreistir
Stuðul verður latin eina ferð árliga. Umsóknir skulu vera FUR í hendi í seinasta lagi 1. apríl. Umsóknir skulu sendast til fur@fur.fo ella til FUR, J. Broncksgøta 40, 00 Tórshavn.
 
Stk. 2. Saman við umsóknini um árligan stuðul skulu umsøkjarar lata inn:
1. Frágreiðing um virksemi hjá felagnum fyri undanfarna kalendaraár.
 
2. Grannskoðaðan roknskap fyri undanfarna kalendaraár. 
a) Tað er ikki eitt krav, at tað er ein góðkendur grannskoðari. Kravt verður, at grannskoðarin er uttanhýsis grannskoðari hjá felagnum, t.e. at grannskoðarin kann ikki vera limur í felagnum ella sita í nevnd felagsins. Undantak til hesa áseting eru sbrt. § 4, stk. 2, pkt. 2 c.
b) Roknskapurin skal hava ein teig nevndur “Limagjøld limir yngri enn 30 ár”, har samlaða limagjaldsinntøkan fyri limir yngri enn 30 ár pr. 31.12. fyri undanfarna kalendaraár greitt og eintýtt sæst.
c) Hevur felagsskapur rætt til fleiri enn 2 umboð á landsfundinum, er tað krav, at roknskapurin er grannskoðaður av góðkendum grannskoðara eftir ISA 700 standardinum (vanligur fullur roknskapur við protokoll).
d) Limagjaldið skal ikki samanblandast við luttøkugjald, atgongumerki o.t. Til ber t.d. ikki, at atgongumerki til eitt tiltak samstundis er limagjald. Til ber at tekna limaskap og síðani í øðrum høpi, at felagið gevur limum sínum ávísar fyrimunir.
e) Limagjøld fyri undanfarna kalendaraár, sum eru innkomin árið eftir, t.e. í inniverandi roknskaparári (kalendaraári), verða forskotin og bókað í inniverandi roknskaparári.
f) Rindar ein limur limagjald til eitt felag, har ein partur av limagjaldinum fer til limafelagið og ein partur til lokalfelagið, so skal limagjaldið verða rindað til ávikavist limafelagið og lokalfelagið í sama ári, sum limagjaldið er rindað.
3. Limalista pr. 31. 12. í undanfarna ári yvir allar limir undir 30 ár við navni, bústaði og føðingardegi. 
a) Hevur hvør limur ikki goldið eins limagjald, so skal limalistin vísa, hvat hvør einstakur limur hevur goldið í limagjaldi, so til ber at eftirkanna, at samsvar er ímillum limagjaldsinntøkuna í roknskapinum og limatalið.
b) Letur felagið ikki inn limalista, kann felagið ístaðin veita eina váttan frá góðkendum grannskoðara, ið við síni undirskrift váttar limatal og limagjaldsinntøkur. Grannskoðarin skal í slíkum førum gjøgnumganga limalistar og kontoavrit felagsins, fyri at staðfesta og vátta samlaða limatal yngri enn 30 ár, ið hava móttikið og goldið uppkrav um limagjald, uppá í minsta lagi 100 kr í stuðulsárinum. 
c) Tað er ikki eitt krav at lata inn váttan um so er, at felagið letur inn roknskap, sum er grannskoðaður av góðkendum grannskoðara eftir ISA 700 standardinum. Landsfelagið kann lata lokalfelag váttan frá grannskoðara felagsins, at nýta í samband við teirra umsókn um árligan stuðul. Treytin er tá, at limalistin er gjørdur sbrt. § 4, stk. 3, b.
 
4. Virkisætlan og/ella -skrá fyri inniverandi ár. 
 
5. Fíggjarætlan fyri inniverandi ár. 
 
Stk. 3. FUR hevur skyldu til at eftirkanna, um allar innkomnar umsóknir eru fullfíggjaðar. Eru umsóknir, ið ikki eru fullfíggjaðar, hevur FUR skyldu til at kunna feløgini um møguligar manglar við umsókn teirra innan 7 dagar. Eftir hetta hevur viðkomandi felagsskapur 7 dagar at fáa sína umsókn í rættlag, so at hon kann viðgerast. Er tað soleiðis, at felagsskapurin enn ikki hevur latið inn fullfíggjaða umsókn eftir longdu tíðarfreistina, verður hon at rokna sum ikki innkomin, og tískil verður eingin stuðul útgoldin fyri viðkomandi ár.
 
Stk. 4. Starvsstjórnin kann skipa fyri, at grannskoðari felagsins ger eftirlit hjá limafeløgum og lokalfeløgum av upplýsingum og skjølum, sum eru grundarlag undir umsóknini um árligan stuðul.
 
§ 5. Stuðul úr FUR-grunninum
Eftir umsókn kann stuðul latast til limafelagsskapir og lokalfeløg fyri serliga góðar verkætlanir børnum og ungum at gagni, ella fyri samfelagsgagnligar verkætlanir, har børn og ung eru virkin. 
 
Stk. 2. Stuðul úr FUR-grunninum verður býttur so ofta, sum starvsstjórnin heldur tað hóska best. Ongar umsóknarfreistir eru galdandi, og allar umsóknir koma til viðgerðar og verða svaraðar, so hvørt tær koma inn. 
 
Stk. 3. Stuðul verður bert latin eina ferð fyri sama tiltak.
 
Stk. 4. Starvsstjórnin tekur støðu til umsóknirnar. Starvsstjórnin kann eisini lata vera við at veita stuðul, um ongin skikkað umsókn eftir hennara meting er komin.
 
Stk. 5. Tey, sum fáa stuðul úr FUR-grunninum, hava skyldu til at lata FUR eina skrivliga frásøgn frá tí stuðlaðu verkætlanini í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at hon er framd.
 
§ 6. Kærur
Møguligar kærur um avgerðir hjá starvsstjórnini sbrt. hesi reglugerð skulu sendast til Kærunevnd FURs, J. Broncksgøta 40, 100 Tórshavn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er kunngjørd fyri umsøkjaranum.
 
Stk. 2. Kærunevndin hevur tríggjar limir. Í henni sita advokatur felagsins, sum starvsstjórnin velur, og sum er formaður, grannskoðari felagsins, sum landsfundurin velur, og ein triði limur, sum hesir báðir í felag velja. Kærunevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta.
Stk. 3. Kærunevndin skal gera úrskurð innan 6 vikur eftir móttøku av kæruni. Avgerðir hjá kærunevndini eru endaligar.
 
§ 7. Endurskoðan
Henda reglugerð er endurskoðað á landsfundi FUR’s í 2023 og skal endurskoðast, so hvørt tørvur er á tí. Hon skal takast til viðgerðar við atliti at møguligari endurskoðan í minsta lagi 5. hvørt ár.