Søk árligan stuðul!

Søkjast kann um árligan stuðul til landsfeløg og teirra lokalfeløg einaferð um árið.

Umsøkjarar

Landsfeløg, sum eru limir í FUR og teirra lokalfeløg.  Næmingafeløg verða ikki roknað sum lokalfeløg, men tey kunnu søkja stuðul á 2.000 kr. hvørt ár. Stuðul kann ikki veitast til ítróttarlig endamál.

Krøv

Landsfeløg, sum eru limafeløg, sum søkja, skulu lúka hesar treytir og hava:

  1. Heimstað í Føroyum
  2. Í minsta lagi 30 gjaldandi limir  undir 30 ár pr. 31.12. í undanfarna ári við umboðum í minst trimum av hesum økjum: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágar, Eysturoy, Norðuroyggjar, Sandoy og Suðuroy.
  3. Limagjald, sum  skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga, fyri hvønn einstakan lim.
  4. Í minsta lagi 30 gjaldandi limir í undanfarna kalendaraári.
  5. Fólkaræðisligar viðtøkur, har tað eru ásetingar, sum tryggja, at limir yngri enn 30 ár hava ávirkan á leiðsluna.
  6. Egna nevnd og egið virksemi.

Lokalfeløg, sum søkja, skulu lúka hesar treytir og hava:

  1. Heimstað í Føroyum.
  2. Í minsta lagi 10 gjaldandi limir undir 30 ár pr. 31.12. í undanfarna ári. Eru fleiri enn eitt lokalfelag í sama býi/bygd, skulu tey fylgjandi lokalfeløgini hava í minsta lagi 25 gjaldandi limir hvørt.
  3. Limagjald, sum skal vera í minsta lagi 100 kr. árliga, fyri hvønn einstakan lim.
  4. Í minsta lagi 10 gjaldandi limir í undanfarna kalendaraári.
  5. Fólkaræðisligar viðtøkur, har tað eru ásetingar, sum tryggja, at limir yngri enn 30 ár hava ávirkan á leiðsluna.
  6. Egna nevnd og egið virksemi.
  7. Verið limir í landsfelagi í minsta lagi eitt ár, áðrenn tey kunnu søkja um stuðul – tó undantikið úr Stuðulsgrunni FURs.
  8. Limaskap í einum landsfelagi. Lokalfeløg kunnu – í stuðulshøpi – bara verða limir í einum landsfelagi.

Freist

1. apríl kl. 24

Umsóknarblað

Árligt umsóknarskjal verður sent limafeløgunum og lokalfeløgunum í seinnu hálvu í februar á hvørjum ári. Saman við umsóknarblaðnum er vegleiðing.

Vit vegleiða eisini fegin! Til ber at spyrja seg fyri hjá skrivstovuni hjá FUR.