FUR heiðurslønin

FUR letur heiðursløn til verkætlanir, bólkar og einstaklingar fyri teirra arbeiði fyri børn og ung í Føroyum
  1. Freistin at lata inn innstilling til FUR heiðurslønina er 15. februar á hvørjum ári
  2. Øll kunna innstilla eina verkætlan, bólk ella ein persón, ikki bert lima- og lokalfeløg í FUR
  3. Til ber at lata inn fleiri innstillingar
  4. Til ber at senda innaftur áður innsendar innstillingar
Endamálið hjá FUR við at lata heiðurslønina er
  • at geva eldsálum innan barna- og ungdómsarbeiði viðurkenning
  • at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði
  • vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
  • at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum
Heiðurslønin verður handað á landsfundinum hjá FUR.
?
?
Takk fyri tína umsókn.