02. apríl 2019

Unga Tjóðveldið

Frágreiðing um luttøku á fundi hjá European Free alliance youth

Frágreiðing um luttøku á fundi hjá EFAy í Venesia í døgunum 30. november til 2. desember 2018

Í omanfyristandandi døgum luttóku tvey umboð fyri Unga Tjóðveldið á fundi hjá European Free alliance youth (Efay), ið er evropeiskur felagsskapur, ið Unga Tjóðveldið er partur av.

Hervør Pálsdóttir og Petur Pauli á Høvdanum luttóku fyri Unga Tjóðveldið. Tey fingu bæði høvið at greiða frá okkara arbeiði í Føroyum og um politisku støðuna í Føroyum. Umframt fingu tey innlit í støðuna viðvíkjandi Brexit, frá sjónarmiðum hjá Skotum og fólki frá Wales.

Hervør luttók til kjak um kvinnur og minnilutar, meðan Petur Pauli luttók til demaskulinisering av politikki.

Umframt luttók Hervør til pallborðskjak um kríggj og spurningin hvør Evropa skal hava ein felagsher.

Serliga áhugavert fyri okkum var framløga um ferðavinnu og grønar og lokalar loysnir í mun til ferðavinnu. Til hesa framløgu var ein lokalur maður úr Venesia á vitjan og greiddi frá verkætlan, ið hann fæst við, ið er ein grøn og sosialt rættvís loysn í mun til AirBnb, ið hann kallar FairBnb. Talan er um eina skipan, ið tryggjar, at man basar umhvørvistrupulleikum og sosialum trupulleikum, samstundis sum man rekur ferðavinnu. Hetta var serliga áhugavert at taka heim við aftur í mun til føroyska ferðavinnuspurningin og hvussu man taklar vaksandi ferðavinnu og samstundis hevur grønar loysnir.

Alt í alt, so er talan um gevandi luttøku, ið hevur styrkt okkara felagsskap og vitanina um arbeiðið í Evropa, sum okkara systirfelagsskapir takast við.

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022