19. november 2017

Ung fyri Miðflokkin

Frágreiðing um røð av almennum kjaktiltøkum

Ung fyri Miðflokkin brúkti stuðulin til at skipa fyri trimum almennum tiltøkum:

Fyrsta tiltakið var 14. juli 2016 í Posthúskjallarinum. Tá hevði Bill Justinussen ein fyrilestur um, hvussu vit brúktu neyð- og menningarhjálpina, ið hvørt ár verður avsett av fíggjarlógini. Bill greiddi frá, hvussu Løgtingið og Landsstýrið viðgera umsóknir til meninngarátøk, og vit fingu innlit í hvørjar verkætlanir eru stuðlaður síðstu árini. Aftaná kom Jón Klein Olsen, vegna Fólkaheilsuráðinum, at fortelja um rúsevnir. Jón greiddi frá hvussu politiski myndugleikin best lóggevur á økinum, og hví tað hevur týdning at hava ein strangan rúsevnispolitikk.

21. januar 2017 skipaði UfM fyri einum tiltaki um rúsdrekkapolitikk í Perluni. Fyrst hevði Pál Weihe ein fyrilestur um hvørji tilmælir Fólkaheilsuráðið hevur til rúsdrekkapolitikk, og hvussu vit best halda rúsdrekkanýtsluna niðri og hví tað hevur týdning. Aftaná kjakaðust Ruth Vang(F), Bill Justinussen(H), Kaj Leo Holm Johannesen(B) og Jørgen Niclasen(A) um rúsdrekkalógina. Dánjal av Rana var orðstýrari.

11. juli 2017 skipaði UfM fyri eitt kjaktitlak um fosturtøkulógina í Perluni. Í kjakinum luttóku Rani A. Skaalum(H), Ruth Vang(F), Katrin Kallsberg(E), Barbara Gaardlykke Apol(SU) og Jórun Pólsdóttir (Pro Vita). Rebekka Manuela Behrens var orðstýrari.

Filmsbrot frá teimum báðum fyrstu tiltøkunum kunna síggjast á okkara YouTube-síðu: https://www.youtube.com/channel/UCKayGGNwJAxlrZN4hwaRD6g/videos?view=0&sort=dd&shelf_id=0
Filmsbrot frá tiltakinum um fosturtøku sæst á okkara Facebook-síðu: https://www.facebook.com/ungmidflokkur/videos/1183666298404650/

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022