Vegleiðing um barnaváttanir

Lógin um barnaváttanir merkir, at felagsskapir har persónar koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan.

Endamálið við lógini er at fyribyrgja kynsligan ágang móti børnum og ungum undir 15 ár.

Sambært barnaváttanarlógini skulu m.a. feløg og felagsskapir fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár.

At verða settur til ávísa uppgávur er t.d. at verða settur sum venjari, leiðari og skótaleiðari.

Í báðum førum skal starvið ella uppgávan bera í sær beinleiðis og regluligt samband við børn og ung undir 15 ár. Treytin um beinleiðis og regluligt samband skyldast, at tað á tann hátt kann uppbyggjast eitt álit millum barnið og viðkomandi. Hetta er galdandi sama um starvið ella uppgávan er lønt ella ólønt, ella um starvið ella uppgávan er varandi ella tíðaravmarkað.

Vegleiðing um barnaváttanir er her.

Føroya Politi hevur gjørt eina frágreiðing á heimasíðuni, sum í stuttum lýsir, hvat ein barnaváttan er, eins og leinki er til serliga oyðublaðið og telduforrit, tá ið søkt verður um barnaváttanir. Kunningin frá Politiinum kann lesast her.