11. juni 2023

Sosialistisk Ung

Frágreiðing um luttøku á páskaskeiði hjá Danmarks Socialdemokratiska Ungdomi (DSU) 13.-18. apríl 2022

13’inda til 18’inda apríl 2022 skipaði Sosialistisk Ung fyri at senda limir í Sosialistisk Ung til Danmarkar at luttaka í Páskaskeið, sum systurfelagaðið DSU skipaði fyri. Til hetta søkti Sosialistisk Ung um stuðul frá FUR og fingu játtað stuðul.

13. apríl varð vitjað á Christiansborg og Arbeiðaramuseum'inum. Dagin eftir fóru limirnir til Rønde har páskaskeiðið bleiv hildið.

Á skeiðinum høvdu limirnir møguleika at velja hvør sítt evni.

Næstu 5 dagarnar lærdu luttakararnir millum annað um politikk, retorikk, leiðslu, motivatión, sosialt arbeiði, organisatión, kampanjuføring, fólkaskúlan, umhvørvið og atomkraft. Eisini lærdu luttakararnir um at leggja eina virksemisætlan   fyri eitt ár, og tað at hava politiska ávirkan.

Umboðini fyri Sosialistisk Ung mentu eisini eina strategi fyri ungmannafelagið.

Síðani fóru umboðini saman við DSU til Aarhus at varpa ljós á diskriminering í náttarlívinum.

Afturat nógvu vitanina umboðini fingu á skeiðnum varð eisini skipa fyri nógvum undirhaldi.

Vit vilja takka FUR fyri stuðulin, ið var latin okkum.

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022