31. mars 2015

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um forðarenning Blast from the past II – Reload

Blast from the past var ein krimi renning 27. til 28. desembur 2013, har teir ungu leiðarnir skuldu fella eitt brotsmannalið.

Tey vóru deild uppí tvey lið. Hvørt liðið hevði ein sjafør, ið eisini hevði ein bil við sær, so tey kundu koyra runt á fastlandinum.

Áðrenn sjálvt tiltakið byrjaði høvdu teir ungu leiðararnir sæð nøkur filmsbrot av brotsmonninum, ið tey skuldu fanga. Fyri at geva krimirenningini eina meining og økja um spenningin millum teir ungu leiðarnir.

Renningin byrjaði við Jolly húsið í Hósvík, har tey blívu deild í tvey leið, og fóru síðani á ymsar postar, ið lógu m.a. í Kvívík, Leynum, Signabø, Kalbaksbotni, Gjáarnaroyri, Oyri o..s.fr.

Tey koyrdu runt til ymsu postarnar, og fingu ymsar lutir á hvørjum posti, ið tey kundu nýta. Víðari í renningini.

Tey fingu ímillum annað fartelefonir, mat, paintball útgerð og ymiskt annað.

Tann, ið ungu leiðaranir skuldu fanga og fella nevndist Fretyre Jens.

Eftur tveir stórar paintball bardagar, tann eini í Havnardali og hin á Selatrað, so slapp hann til rýmingar. So kanska kemur hann aftur uppá banan, saman við sínum trúføstum hjálparum, Skeivi Børge og Svaki Aage.

Vit høvdu eina sera spennandi renning og teir ungu leiðarnir lótu væl at, og tosa um hana enn í dag.

Vit takka fyri stuðulin, sum gjørdi hettar tiltakið verðuligt.

Við skótakvøðu

Bjarni Hentze

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022