17. mars 2019

Skótaliðið Borgin

Frágreiðing um luttøku á Spejdernes Lejr

20. juli 2017, fóru vit 14 skótar og 4 leiðarir til Danmarkar, fyri at luttaka á Spjedernes lejr í Sønderborg.

Flogi var við Atlantic Airways til Billund. Vit leigaðu ein buss, sum koyrdi okkum til Horsens, har vit búðu í skótahúsinum hjá de grønne spejder i Horsens, í 2 dagar. Í Horsens hugnaðu vit okkum, vit gingu túrar í skóginum, spældu spøl og vóru og vitjaðu Horsens Fængsel.

22. juli gekk leiðin til Sønderborg á spejdernes lejr har vit vóru í 7 dagar. Hetta var ein uppliving fyri lívið. Skótarnir luttóku í ymiskum tiltøkum á leguni, bæði sum einstaklingar og sum bólkur. Ein av døgunum vóru vit inni í Sønderborg, har vit vitjaðu slottið.

Sum heild var hetta ein sera væl eydna lega og verður hetta heilt sikkurt gjørt aftur. 30 juli gekk leiðin heim aftur til Føroyar við Atlantic Airways. Skótar og leiðarir eru sera takksom fyri stuðulin frá FUR.

Takk fyri

Vinarliga

Gerda Mortensen

Skótaliðið Borgin Hvalvík

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022