29. juni 2021

Skótalið Magnus Heinasonar, KFUK-skótarnir í Klaksvík og Skótalið Nólsoyar Pálls

Frágreiðing um smáskótadagin 2020

Evnið fyri smáskótadagin var úrmælingar, um m.a. kendir klaksvíksingar sum J. F. Kjølbro, Nóloyar Páll og Elinborg Lútzen, og at smáskótin skildi kanna um hann/hon eisini vóru eitt ógvuliga dugnalig fólk ella ein sum skarar framúr í dugnaskapi, ídni ella í onkrum øðrum.

Dagurin skuldi upprunaliga vera tann 21. mars 2020. Orsaka av corona var dagur fyrst útsettur til 3. okt. 2020, men tað bar ikki til at hava dagin tá heldur. So var aftur funnin ein dagur. Endin var, at dagurin var hildin tann 8. mai 2021.

Tað komu uml. 170 smáskótar frá øllum skótaskipanunum og úr øllum Føroyum. Dagurin byrjaði kl. 10 á Skúlatrøð har forkvinnan í heilsunevndini í Klaksvíkar kommunu bjóðaði vælkomin.

Vit sungu nakrar rørslusangir. Síðan vóru børnini deild upp í bólkar og send runt í øllum býnum til ymiskar postar: Siglitúr við Draganum, tekna á Skúlatrøð, seyma posa á Seglvirkinum, loysa uppgávur í túninum á Biskupsstøðgarðinum o.m.a.

Kl. 12 var matpakkin etin. Síðan var hildið áfram við postum.

Kl. 15 samlaðust øll til legubál á Akursmørk, har skótasangir vórðu sungnir. Borgarstjórin á Klaksvíkar kommunu kom og takkaði fyri dagin og til seinast var fýrverkarí.

Smáskótadagurin endaði kl. 16 og allir skótarnir fingu smáskótamerkið.

Við skótakvøðu
Monica-Mari Ziska

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022