22. august 2023

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

Ungdómsskótaliðið (8.-10. fl.) hjá skótunum í Leirvík við íalt 11 luttakarum var summarið 2022 á legu í Sveiss.

Farið varð úr Føroyum 2. august til Keypmannahavnar og beint víðari til Zürich. Úr Zürich gekk leiðin beint á høvuðsskótadepilin hjá dreingjaskótarørsluni, Kandersteg International Scout Centre (KISC).

KISC er ein "permanent jamboree", har skótabólkar koma og fara alt árið, men daglig dagurin er skipaður sum ein skótalega við felags legubálum, kvøldsetum, virksemum o.s.v. Her vóru vit á legu til 8. august.

Á veg frá skótadeplinum aftur til Zürich varð steðgað á í Bern, har vit m.a. er at vitjaðu íbúðina, ið Albert Einstein búði í, tá ið hann fann fram til relativitetsteoriina. Síðani varð farið til Zürich har skótarnir sluppu at uppliva býin í tveir dagar, áðrenn fari var heim aftur 11. august.

Á leguni í KISC luttóku skótarnir í ymsum virksemi. Skótarnir valdu ymisk mennandi virksemi, bæði fysiskt, mentalt og samfelagsliga. Millum annað valdu tey “Riverrafting”, læra “7 leave no trace”-principle, teambuilding og workshop um grøna orku.

Alt í alt var talan um eina sera góða ferð, har ungdómsskótarnir lærdu nógv. Nógv góð minni og nógvir nýggir skótavinir frá øllum knøttinum.

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022