20. mars 2025

Sinnisbati Ung

Okkara yrkingarsavn, mars ‘24

“okkara yrkingarsavn” kom út sum bók gjøgnum forlagið Sinnisbati mánadagin 18. mars 2024. “okkara yrkingasavn” tekur útgangsstøði í átakinum á okkara instagram vanga við sama heiti, har ið vit gjøgnum 1 ár savnaðu saman yrkingar og listaverk. yrkingasavnið er ein fagnaður til øll, sum stríðast ella kenna til stríðið at vera til. við yrkingasavninum ynsktu vit í SBU at skapa eitt trygt rúm, har øll kunnu fagnast og somuleiðis lyfta hvønn annan við listini og yrkingunum í útgávuni. Vit hava einans fingið positivt feedback uppá verkætlanina og endaði yrkingarsavnið eisini á metsølulistanum hjá Gamla Bókahandli og Rit&Rák. Í samband við yrkingarsavnið høvdu vit eitt útgávutiltak í Sirkus.

Stuðlaðar verkætlanir

Tabletop Føroyar

Frálæra í Pokemon sum kortspæl

Tabletop Føroyar

Vikulig borðspælstiltøk í Suðuroy

Føroya KFUK Skótar

K-Lega 2026

KFUM- og KFUK-skótarnir í Fuglafirði

Ferð til Grønlands