alt árið

Online skeið til barna- og ungdómsfelagsskapir

Skeiðspakki um leiðslu til barna- og ungdómsfelagsskapir

Hetta er ein møguleiki til tín, sum vilt hava meiri at vita at um leiða.

Antin tí tú fegin vilt gerast leiðari, ella tí tú longu ert leiðari í barna- og ungdómsarbeiði!

Skeiðið er skipað í modulum.

Tú kanst taka øll modulini ella velja modul burturúr, alt eftir tínum áhuga og tørvi.

Skeiðspakkin við modulunum er her.

Tilfarið hevur NordUng framleitt. NordUng er ein norðurlendskur samstarvsfelagsskapur fyri ungdómsfelagsskapir í Norðurlondum og baltisku londunum, sum FUR er partur av

Partar av upptøkunum til skeiðið eru gjørdar í Føroyum.