18. januar 2024 - 12. februar 2024

Nordic Youth Seminar 5.-7. apríl í Helsinki

Komið við á ungdómslegu í Finnlandi 5.-7. apríl 2024

Hvør kann luttaka?

Ung 18-30 ár frá ungdómsfelagsskapum úr Danmark, Norra, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Umsóknarfreist

11. februar 2024

Evni:

  • Fá íblástur um hvussu aðrir felagsskapir arbeiða
  • Hitt onnur norðurlendsk ung 
  • Menn tínar førleikar
  • Skapa gevandi samstørv

Tú fært:

  • Førleikar - m.a. í leiðslu, felagsskapum, sjálvbodnum arbeiði og fígging til verkætlanir
  • Samstarv - t.d. um ítøkiligt átak, verkætlan og at deila vitan
  • Góðar upplivingar - felagssangur, borðspøl og ymiskt stuttligt verður á skránni, har tað er ein góður møguleiki fyri teg at læra meiri um norðurlondini og hitta onnur norðurlendsk ung.

Praktiskt:

  • Ferð, luttøka, uppihald og matur, alt er ókeypis. A.P. Møller Grunnurin fíggjar NORÐ.
  • Ungdómslegan verður á Hannaholmen Konferencehotellinum umleið 30 minutter uttanfyri Helsinki frá 5. apríl. til 7. apríl
  • Um tú hevur brek ella serligan tørv, spyr endiliga um tað ber til at lúka tín tørv til hjálp og umstøður.

Vilt tú luttaka?

Um tú hevur spurningar, send ein teldupost til fur@fur.fo.

 

Søk við at fylla formularin út her.

 

NORРer eitt norðurlendskt samstarv, sum FUR er virkin partur í.

A. P. Møller grunnurin fíggjar NORÐ.

Les meiri á heimsíðuni hjá Norð her.