Søk limaskap!

Les her um hvørji krøvini eru og um hvussu tit søkja. Sig frá, so hjálpa vit fegin!

Umsóknarfreist

Freistin at søkja um limaskap er 15. februar á hvørjum ári.

Treytir fyri limaskapi

1. Felagið, sum søkir um upptøku í FUR má vera ein barna- og/ella ungdómsfelagsskapur.

Hetta merkir, at:

  • felagið er sjálvstøðugt við m.a. egnari nevnd, viðtøkum, roknskapi og aðalfundi
  • felagið hevur viðtøkur, sum greitt tilskila, at felagið er ein barna- og/ella ungdómsfelagsskapur
  • fleiri enn helvtin at limunum eru yngri enn 30 ár
  • meginparturin av virkseminum er barna- og ungdómsvirksemi

Feløg, sum hava ítróttaendamál hoyra ikki til virksemið í FUR.

2. Í minsta lagi 30 gjaldandi limir undir 30 ár

3. Limirnir skulu vera úr í minsta lagi 3 av hesum økjum: Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Vágum, Eysturoy, Norðuroyggjum, Sandoy og Suðuroy, pr. 31. 12 í undanfarna ári

4. Fólkaræðisligar viðtøkur, har tey ungu hava ávirkan á leiðsluna

Umsóknin

Send hesi skjølini til fur@fur.fo:

1. Eina skriftliga og grundgivna umsókn.

2. Viðtøkur (har tað m.a. er greitt tilskilað, at felagið er ein barna- og/ella ungdómsfelagsskapur og at ung hava ávirkan á leiðsluna).

3. Verður felagsskapurin stovnaður, so verður frásøgn frá stovnandi aðalfundinum løgd við.

4. Limalisti við í minsta lagi 30 limum yngri enn 30 ár 31. 12 í undanfarna ári við føðidato og postbústaði. Gev gætur, at um felagið ikki letur inn limalista, kann felagið ístaðin veita eina váttan frá góðkendum grannskoðara, ið við síni undirskrift váttar limatalið yngri enn 30 ár pr. 31. 12 i undanfarna ári.

Tilgongd

Starvsstjórnin fyrireikar umsóknir um limaskap. Limafeløgini taka støðu til umsóknir á landsfundinum, sum er í mars mánaði á hvørjum ári.