Les og lær í Føroyum

Útbúgvingar í Føroyum savnaðar á einum staði - les.fo

Hvat er á les.fo?

les.fo lýsir útbúgvingar bæði til ung í skúla, ung í læru, víðari lestur og til vaksin. Eisini er ymisk viðkomandi kunning til dømis um stuðulsmøguleikar, hagtøl um útbúgvingar, leiðbeining um hvussu tú velur eina útbúgving og ymisk góð ráð.  

Á forsíðuni í ovasta bredda sært tú upplýsingar um lestrarvegleiðingar á skúlunum.

Endamál

Endamálið við Les og Lær í Føroyum er at vera tær ein hjálp, tá ið tú velur tær tína útbúgvingarleið við at geva greiða og dagførda kunning um útbúgvingar í Føroyum og viðkomandi viðurskifti í hesum sambandi.

Føroya Ungdómsráð umsitur Les og Lær í Føroyum í samstarvi við Mentamálaráðið, skúlar kring landið og viðkomandi stovnar og fyritøkur.

 

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um leiðaralegu í Føroyum

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um luttøku á legum hjá BKU í Norra og Blåbandet í Svøríki

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um borðspælslegu í Svínoy (SvínaCon)

KFUM skótarnir í Føroyum

Frágreiðing um verkætlanina at avslutta gøtur og lendi rundanum demning og brúgv til Spæli- og bátahylin í Sandá á Selatrað