18. mars 2019

KFUM í Havn

Frágreiðing um nýggjan pall

Endamálið var at bøta um og dagføra pallin í salinum hjá KFUM og á tann hátt geva ungdóminum góðar umstøðurnar at virka í.

Málið var at fáa ein virknan ungdóm innan bæði tónleik, her kann nevnast at Ten-Sing er ávegis at vera endurstovnað og kemur at hava sítt virksemið í salinum. Innan politik er áhugið at skapa eina kjakmentan stíla til ungdómin og skapa av ungdómi, har eitt nú politisku ungmannafeløgini og onnur skulu hava møguleika at brúka salin til afturvendandi tiltøk og at kveikja áhugan hjá ungum til samfelagsgagnlig tiltøk. SSP hevur eisini víst áhugað fyri at skipa fyri kunningarátøkum til børn og ung. Fyri at tiltrekkja teim ungu og gera tað ómakaleyst at hava afturvendandi tiltøk eru nakrar átrokandi ábøtur og dagføringar neyðugur. Pallurin og elektriska útgerðin var frá fyrst í 1970´unum. 

Av tí at virksemið hjá KFUM er non-profit og inntøkurnar sum koma inn eru eitt nú kaffisøla til tiltøk. Tí var søkt um stuðul at gera dagføringarnar sum skulu til fyri at fáa gongd á tað barna- og ungdómsarbeiði sum vit ynskja skal gerast samfelagsgagnligt.

Stuðlaðar verkætlanir

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um rúsfría ungdómsbarr í miðbýnum, várið og summarið 2023

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um barnaleikin "Ljós í myrkri" sýndur 30. apríl og 1. mai 2022

Skótabólkur Leirvíks Pálls

Frágreiðing um skótalegu í Sveiss summarið 2022

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022