15. august 2025

Skótarnir í Fuglafirði

Køkstjald

Vit vilja hervið takka fyri stuðul at keypa køkstjald til skótabólkin Gullbrandur og Erla kongsdóttir í Fuglafirði.

Køkstjaldið bleiv fyrstu ferð nýtt á Brekkuleguni í Leirvík í summar og royndist tað sera væl.

Tjaldið bleiv nýtt til matgerð, goymslu og savningarstað, har tað altíð var ein biti at fáa hjá skótunum.

Tá so regnið kom, vóru vit sera glað fyri ikki at skula standa úti og røra í grýtunum.

Vit eru sera glað fyri okkara nýggja tjald - takk fyri tað!

Stuðlaðar verkætlanir

Tabletop Føroyar

Frálæra í Pokemon sum kortspæl

Tabletop Føroyar

Vikulig borðspælstiltøk í Suðuroy

Føroya KFUK Skótar

K-Lega 2026

KFUM- og KFUK-skótarnir í Fuglafirði

Ferð til Grønlands