Sinnisbati Ung, Amnesty Ung og Lgbt+ Ung slóðu seg saman aftur í ár og høvdu 3 hugvekjandi básar til mentanarnáttina 2024 í garðinum aftanfyri Guðrun og Guðrun. Høvuðsevnið í ár var haturstala og niðrandi tala. í samband við evnið varð skipað fyri pallborðskjaki, har dentur varð lagdur á persónligu og samfelagsligu viðurskiftini, tá ið tosað verður um haturstalu og niðrandi talu. Luttakarar vóru Sigri M. Gaini, heimsspekingur, Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Isabella Skeel Rasmussen og Maria Daisy Konradsdóttir Joensen. Orðstýrari var David Thomassen, poddvarpsvertur og partur av Biit, ungdómstoyminum hjá KVF. Samtíðis upplýstu felagsskapirnir hvør sær um sítt virksemi við upplýsandi tilfari og innsløgum. SBU hevði sofaprát og yrkingaupplestur í samband við “okkara yrkingasavn”. Luttakarar í sofaprátinum vóru Trygvi Danielsen, yrkjari, filmsskapari og tónleikari, Lív Maria Róadóttir Jæger, yrkjari og heimsspekingur, Anna Joensen-Næs, forkvinna í SBU og yrkjari í okkara yrkingasavni og Guðrið Patursson, yrkjari í okkara yrkingasavni. Vit endaðu kvøldið við at hoyra Ragnar Finnsson spæla nøkur løg.
Tiltakið var sera væleydnað og nógv fólk løgdu leiðina forbí at lurta.