20. desember 2023

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági
Ónsdagin 31. mai 2023 skipaðu skótarnir í Vági fyri flakatiltak á Vatninum.
 
Hetta er eitt tiltak sum skótarnir hava skipa fyri í fleiri ár, fyri at samla børn, vaksin og eldri til eina stuttliga løtu, har øll kunnu verða við uttan at skula gjalda fyri tað.
 
Møguleiki er tó at keypa sær okkurt heitt at drekka ella/og eta.
 
 
Nógv fólk møttu upp, fleiri høvdu gummibátar við, summu høvdu bygt flakar og onkur hevði jollu við. Har var tónleikur og sangur.
 
Bjargingarfelagið var har og vísti bilar og útgerð fram, og møguleiki var eisini spæla inni í tipiteltinum ella at klatra í pioneringum sum skótar høvdu bygt. 
 
Har var futtur í, bæði á vatninum og á landi.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023