23. oktober 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023

Til GameJam Føroya 2023 tann 8.-10. september var Tabletop Føroyar við til at stuðla tiltakinum við tilfari, soleiðis at tiltakið eisini kundi fevna um menning av borðspølum.

Luttakarar kundu velja at tekna seg upp til at gera eitt teldu- ella borðspæl, og fóru saman í bólkar at framleiða eitt spæl uppá 48 tímar.

Sera nógv luttóku á øllum aldrum, og luttakararnir vóru sera dugnaligir. Undir tiltakinum fóru bólkarnar í holt við projektleiðslu, brainstorming, at klippa, líma, tekna, mála - og ikki minst: spæla!

Tiltakið varð hildið á Skúlanum á Fløtum í Havn og luttakarar fingu mat og drekka gjøgnum alt vikuskiftið. Bólkarnar fingu eitt breitt úrval av tilfari: terningar, máling, træpinnar, træplátur, papp, pappír, amboð o.s.fr, so tað var bert hugflogið, ið setti mark, til hvat tey kundu finna uppá.

Tiltakið var sera hungaligt, har einstaklingar, bólkar, og familjur fingu hugna sær saman kreativt. Til síðst komu tað fleiri stuttlig spøl burturúr, ið allir bólkarnar kunnu vera errin av.

Tabletop Føroyar takkar stórliga fyri stuðulin

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023