05. oktober 2023

CISV

Frágreiðing um luttøku á Euroean Junior Branch Meeting í apríl 2022

Endamálið við hesi leguni var at fáa nýggjan kunnleika og vitan til okkara Junior Branch virksemi í føroyum.

Vit komu til Eysturríkis týskvøld og vóru heima aftur mánakvøld.
Legan í Eysturríki var í 6 fult pakkaðar dagar, har vit høvdu 4-5 “sessions” um
dagin.

Her vóru ymisk evnir viðgjørd, harímillum hvussu vit kunnu veksa okkara ungdómsvirksemi (JB) uppá mest produktiva mátan. Vit viðgjørdu trupulleikar runt í heiminum, lærdu hvussu man arbeiðir við konfliktum og hvussu líka vit eru, hóast vit eru ymisk.

Í Eysturríki í apríl mánaða var rættiliga gott veður, so nógv av tíðini var man úti og hugnaði sær, ta lítlu frítíðina vit høvdu ímillum aktivitetirnar

Eg (Bogi) og Hørður fingu ymiskt burturúr leguni, har Hørður er rættiliga nýggjur í JB (ungdómsvirksemi) og eg, sum havi verið í tí, í eini 5 ár eftir hondini.

Hørður var øðiliga glaður fyri tað hann lærdi um altjóða og lokala virksemi í øðrum
londum, og sá hvussu vit í føroyum høvdu møguleika at implementera tað í okkara landi.
Hørður kom at kenna nógv nýggj fólk í CISV verðini og fekk uttan iva upplivingar fyri lívið.

Tað eg fekk burturúr, vóru nýggir leiðaraførleikar, nógv góð hugskot til hvussu vit kunnu
veksa um okkara ungdómsvirksemi í føroyum og hvat skal til fyri at gera hettar. Eg sá nógvar gamlar kenningar aftur og nógv nýggj fólk. Og so var eg eisini sera glaður fyri alla nýggju vitanina, eg fekk hesar dagarnar.

Alt í alt eru eg og Hørður sera glaðir fyri, at FUR vildi stuðla okkum við eitt sindur av
fígging, til at fara á hesa leguna, tí nú kunnu vit veruliga fara í gongd við fyrireikingunum til okkara føroysku Junior Branch.

Túrurin hjá okkum var ótrúliga góður og ógvuliga læruríkur.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023