21. august 2023

KFUM- og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um leiðararskeið í Danmark 26. - 27. novembur 2022

Á hvørjum ári er ein skótaráðstevna í Nyborg Strand, Danmark, sum hevur til endamáls at kveikja áhugaðan og stuðla uppundir tað arbeiðið, sum kvinnuligir skótar gera. Ráðstevnan er fyriskipað av ”De grønne pigespejdere”.

Í fleiri ár hava limir úr KFUK landsnevndini luttikið, og hesuferð vóru eisini umboð frá KFUK skótunum í Klaksvík.

Evnið á ráðstevnuni var ”PigespejderTech” ella Kunningartøkni/KT fyri gentu skótar.  Ráðstevnan setti sjóneykuna á hvussu skótarørslan kann vera við til at seta KT og tøkni á breddan fyri ungar gentur og kvinnur.  Hvussu kunnu vit bróta við hugsanar um, at KT bert er fyri mannfólk? Hvussu kann skótarørslan vísa á, at brúk er fyri gentum og kvinnum innan tøkniheimin? 

Vit føroyingar fóru frá Keypmannahavn til Nyborg Strand fríggjakvøldið 25. novembur. Hetta gav okkum høvi til at koma upp á pláss, samansjóða okkum, og til at heilsa uppá aðrar skótar, áðrenn sjálv ráðstevnan alment varð sett.

Ráðstevnan varð sett av skótaovastanum fyri ”De danske pigerspejdere” í Danmark og av forkvinnuni fyri arbeiðsbólkinum fyri ráðstevnuni. Ráðstevnan varð skipa soleiðis, at tað bæði vóru felags framløgur, einkultar workshops, sum vit luttakarar høvdu valt okkum inn á áðrenn ráðstevnuna, og ymiskar statiónir, har ein kundi koma runt og viðgera ymisk evnir. 

Tað varð arbeitt saman við sínum lokalu skótasamstarvsfelagnum og tvørgeiraligt við øðrum skótabólkum í Danmark. Hetta gav innilit í ymiskt viðurskiftir runt um skótaarbeiðið bæði í Føroyum og Danmark, og hetta gav íblástur og kundu vit læra nakað av bæði at hoyra um góð hugskot, gott skótaarbeiði og um avbjóðingar, ið kunnu vera í skótaarbeiði. 

Nógvar workshops og upplegg vóru at fara til á ráðstevnini, og deildu vit føroyingar okkum rættiliga væl í millum hesar. Skráin fyri ráðstevnuna var sera drúgv, og endaði ikki fyrr enn seint á kvøldið.

Nakað av tí síðsta, sum var á skránni tann eina av døgunum, var undirhald frá Science Piraterne, og hetta var nakað, vit kanska kendu aftur, tí tilfar frá teimum er brúkt til ein smáskótadag í Føroyum.

Ein tílík ráðstevna gevur einum leiðara íblástur og innilit í hvussu stór skótarørslan í veruleikanum er. Tað er á einari tílíkari ráðstevnu, at skótafelagsskapurin í Føroyum og Danmark verður styrktur, og tú sum leiðari verður mintur á hvussu týdningarmikið arbeiði er, sum skótaleiðarar gera hvørja viku, í teirra gerandisarbeiði saman við børnum og ungum.

 

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023