21. november 2022

Blákross Ungdómur

Frágreiðing um leiðaralegu í Føroyum í oktober 2022

Í samband við, at vit í BKU vóru bjóðaði á legur hjá BKU í Norra og Blåbandet í Svøríki var eisini eitt ynski um at hava eina legu í Føroyum har vit fingu bjóða norðmonnum og svigum
hendanvegin. Vit søktu um 25.000 kr og fingu játtað 18.000 kr.

Endamálið við hesi leguni var at fáa eitt meira virki limafelag, at styrkja samstarvi og at læra av royndum og avbjóðingum hjá hvørjum øðrum.

Legan var í Gásadali í oktobur mánaði. Tað komu nýggju ungdómsleiðarar frá Norra, fimm frá Svøríki og vit vóru tilsamans 10 úr Føroyum. Tey vóru sera bergtikin av Føroyum og vóru øll spent uppá at koma aftur hendanvegin.

Legan hevði fokus á leiðaramenning og at koma at kenna ungdómsarbeiðini í hesum trimum londunum betri. Vit høvdu framløgur um arbeiðini í Norra, Svøríki og Føroyum, spurdu spurningar um arbeiðini og høvdu bólkaarbeiðið
har øll londini vóru umboðaði í hvørjum bólki.

Í bólkunum var kjak og prát um drekkimentanini ímillum ung í hvørjum landi og hvussu okkara felagsskapir kunnu røkka út til fleiri ung við tí fyribyrgjandi boðskapinum.

Eisini var ein fyrilestur um hvussu tað er at vaksa upp í einum heimið við rústrupulleikum og hvat tilboðið Títt Rúm bjóðar.

Vit vilja takka FUR fyri stuðulin, ið var latin okkum.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023