16. november 2022

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um borðspælslegu í Svínoy (SvínaCon)

Vikuskiftið 19.-21. august í summar, 2022, helt Tabletop Føroyar eina borðspælslegu úti í Svínoy. Ungir borðspælsfjepparar úr fleiri staðni í landinum komu út á oynna fyri at hugna sær runt um borðspøl.

Luttakarar blivu deildir út í kømur í gistingarhúsinum, Gamligarður, og hølini egnaðu seg sera væl til borðspøl, við stórum rúmi og fleiri borðum. Góður matur bleiv tilgjørdur til luttakararnar, har tey fingu morgunmat, døgurða og nátturða. 

Eisini bleiv skipað fyri borðrolluspælinum, Dungeons & Dragons, har felagið, Spælival, kom út og skipaði fyri tveimum One-shots til royndar og óroyndar spælarar. Hetta bleiv spælt í gomlu dansistovuni.

Umframt borðspøl, bleiv tað eisini rúm fyri spurnakapping (Jeopardy) og onnur Party Games.

Ætlanin var eisini at skipa fyri gongutúrum og Disk Golf, tó bleiv tað avlýst vegna veður. Tað vóru tó fleiri, ið fóru sær ein gongutúr, ella svimjutúr í svimjihylinum, áðrenn heimferðina, tá ið veðrið gjørdist betur.

Hóast veðrið varð vátligt, eydnaðist legan stak væl. Luttakarar fingu roynt fleiri ymisk borðspøl, bæði stór og smá, saman við nýggjum fólkum, ið tey komu at kenna. Hetta er avgjørt nakað sum felagið vil fáa upp í lag at hava hvørt ár, og Tabletop Føroyar ynskir at takka FUR stórliga fyri stuðulin, ið gjørdi leguna møguliga.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023