07. oktober 2022

KFUM og KFUK skótarnir í Klaksvík

Frágreiðing um luttøku á Spejdernes Lejr 2022

Spejdernes lejr 2022 - Á stórari skótalegu í Danmark

Í summar luttóku 23 skótar og leiðarar frá KFUM og K skótunum í Klaksvík, saman við tilsamans 70 skótum úr Føroyum, á stórari skótalegu í Danmark.  Spejdernes lejr er tann størsta skótalegan í Norðurlondum. Út móti 900 skótabólkar luttóku á leguni, teir flestu úr Danmark og Norðurlondum, umframt skótar frá Týsklandi, Ísrael, Ukraina, Onglandi, Canada og Tunesien. Tilsamans vóru uml. 35.000 skótar og sjálvboðin á leguni.

Legan var eina viku, frá 23. til 31. juli. Skótarnir bygdu eitt leguøki upp við pionering og hvønn dag var nógv spennandi á skránni og nógv at fara til. Á leguni vóru m.a. handlar og ein risa stórur pallur, har møguleiki var hjá øllum 35.000 at sita og lýða á. Nógv nýggj vinarbond vórðu knýtt og skótarnir hildu eisini Ólavsøku á leguni. Tey bjóðu hinar skótarnar á leguni inn á leguøki, og bjóðaðu gestunum m.a. turran fisk og drýl bakaður í grýtu á báli. Eitt minni fyri livið.

Áðrenn leguna skipaðu skótarnir fyri ymisk tiltøk, fyri at savna pening til leguna, ferðing o.a. í samband við leguna. Skipa var fyri kondibingo, tombola, lutaseðlasølu o.a.

KFUM og KFUK skótarnir vilja fegin takka øllum sum hava stuðlað. 

Vinaliga Monica Ziska, bólkaleiðari hjá KFUM og KFUK skótunum í Klaksvík

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023