07. apríl 2014

Unga Tjóðveldið

Frágreiðing um tiltak Altjóða Kvinnudagur

Frágeiðing: “Ynskir tú javnstøðu?” – tiltak á Altjóða Kvinnudegnum

8. mars er Altjóða Kvinnudagur og valdi Unga Tjóðveldið at hátíðarhalda henda dag í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Til tiltakið høvdu fyriskipararnir fingið Hans Paula Strøm at halda fyrilestur um kvinnur og menn í demografi, útbúgving og á arbeiðsmarknaðinum. Hans Pauli Strøm greiddi væl frá hvussu býti er ímillum kynini og hvat kann betrast.

Aftaná hetta var steðgur við kaffi, køkum og tónleiki. Í steðginum spældu Lív Næs og Tróndur Enni nøkur tónleikaløg.

Aftaná steðgin var byrja við Maud Wang Hansen, sum er forkvinna í Føroya Pedagogfelag og hevði hon fyrilestur um at vera kvinnuligur leiðari og hvussu tað er at bjóða seg fram í fremstu røð. Síðani hevði Kristina Clementsen, umboð frá Unga Tjóðveldinum, framløgu um kvinnur í ungdómspolitikki og hvussu kynsbýti er.

Tiltakið var sera væleydnað og møttu uml. 25-30 ung fólk upp umframt nøkur eldri. Ætlanin er at Unga Tjóðveldið skal halda afturvendandi tiltak á Altjóða Kvinnudegnum á hvørjum árið.
Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023