21. oktober 2014

Losjan Glotti

Frágreiðing um luttøku á NSU sjónleikaraskúla og ungdómsviku

Losjan Glotti hevur verid limur í Fur í fleiri ár.

Vit  fingu innbjóding ígjøgnum Fur til eina Nordurlendska ungdómslegu hjá Frilynt Norge.

Hetta er ein teaterorganisatjón, fyri børn, ung og vaksin.

Legan var frá 28 juli til 2 august, í Hove lejersenter Arendalen. Tad vóru 350 ungdómar frá øllum nordanlondum.

Programmið var fjølbroytt vid workshops:
"Nordisk krim" - filmkurs
"Nordisk barndom" - teaterworkshop
Teatersminke og spesialeffekter
Filmskuespillerkurs
Film videregående
Revy, tekst og produksjon
Revymusikk
Stagefight og stuntfilm
Hip hop
Musikal og skuespill
Teatersport
Revymusikk
Lyd og scene
Lys og scene

Losjan í Gøtu hevur havt ein teaturbólk í nøkur ár, vid fleiri ungum fólkum og vaksnum.

Og hevur tad verid eitt ynski at fáa ment hesi fólkini á ymiskan hátt so at vit kunnu hava okkara egna fólk til uppseting, ljós,ljód og scenu, umframt sjónleikarar.

Til hesa leguna sendu vit 3 dreingir 17 ár, teirra áhugi er ljós og ljód.

Teir fingu undirvísing 40 tímar, vid prógv. Teir eru sera væl nøgdir, hava lært nógv og kunnu brúka førleikan her í Føroyum, tad var so heldigt at tad programmi til ljós sum tey brúktu á hesi leguni, er tad sama sum verdur brúkt bædi í Nordurlandahúsinum og adrastaðni.her heima. Ein av hesum dreingjunum, er í hesum døgum vid í Nordurlandahúsinum, har tey seta sangleikin ”Grease” upp, hann hjálpir til vid ljósuppsetan. Hann fær brúkt tad hann lærdi á leguni.

Tad hevur stóran týdning fyri eitt lítid felag sum okkara at ungdómurin stødast, tímur at luttaka, hetta er ein máti, at hava møguleika at fá íblástur og koma á skeið.

Vit takka FUR fyri møguleikan;)

Vinarliga Losjan Glotti í Gøtu.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023