22. oktober 2014

KFUM og KFUK í Havn

Frágreiðing frá luttøku norðurlendskari legu

Vit vórðu tvey, sum fóru avstað til Svøríki, fleiri ætlaðu sær við, men settist aftur tí tað varð ov dýrt.

Hetta var ein norðurlendsk lega fyri børn/ung 11 til 16 ár, sum verður hildin annaðhvørt ár í norðanlondum KFUM og KFUK skipa fyri.

Henda legan varð  á einum skótadepli, men hetta varð ikki ein skótalega, men vit høvdu leiga depilin frá skótunum. Legan varð á Norrbyskær, sum eru tríggjar smáar áfastar oyggjar í svenska skerðgarðinum, nær býnum Umeå.

Vit fóru við flogfari 19. juli 2014 til Danmarkar og víðari til Svøríki mánadagin 21. juli, komin til Umeå varð fólk og tóku ímóti okkum, so við bili til ferju, sum silgdi okkum út til oyggjarnar, har legan varð sett.

Ungdómar vórðu úr Íslandi, Finnlandi, Danmark og sjálvandi úr Svøríki og vit bæði Pætur Johannesen og eg Louisa Niclasen Hansen, ongin varð úr Noregi.

Á leguni vóru áhugatímar morgun og seinnapart, so sum at sigla við seglbátum í skerðgarðinum, túrar í náttúruni, møguleikarnir eru góðir fyri slíkum, klatring í trøum og ymist handaligt innandura, eisini koyrdu vit runt oyggjarnar við “toki” líkt tokvognunum í Tivoli.

Um kvøldið vórðu felagsløtur, sum hvørt landi sær skipaðu fyri, greiddu frá um okkara lond, vit veittraðu við merkinum. Seinni um kvøldarnar vórðu andaktir og felags sangur á kirkjuloftinum.

Endamálið við legunum er: At samansjóða ung í KFUM og KFUK í norðanlondum saman bæði andaliga, sosialt, málsliga og mentunarliga.

Takk fyri stuðulin vit fingu frá FUR.

 

Fyri KFUM og KFUK

Louisa Niclasen Hansen

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023