31. mars 2015

Grót

Frágreiðing um ungdómspall á G!

Tónleikasamtakið Grót, sendi inn stuðulsumsókn til FUR í vár, har søkt var um stuðul til eina verkætlan á hjá Grót á G! Festivalinum 2014.

Endamáli við átakinum var, at varpa ljós á miðvísa arbeiði hjá Tónleikasamtakinum Grót, við at menna og stuðla ungum føroyskum tónleikarum at búnast tónleikaliga, og at skapa ein umhvørvi, har ung fólk savnast, sosialiserast og vaksa í tónleikinum.
 
Okkara ískoyti á G! Festivalinum, var at fáa ein nýggjan pall á skránna á festivalinum, har ljós var varpa á ungar tónleikarar og felagskapin Grót. Hetta arbeiði riggaði sera væl, og vit eru sera glað og stolt yvir, at úrslitið av okkara átaki, ikki bert eydnaðist til fulnar, men var eisini við til at lyfta festivalin á eitt hægri støði. Plaseringin av pallinum, ið hevði heitið "Grótið", var mitt í hjartanum á G!, og gjørdist tí eisini meira enn bert ein pallur, men eitt savningarstað, har fólk savnaðust og hugnaðu sær nær um allan sólarringin í samfullar 3 dagar.
 
Okkara ynski til festivalin var, at so nógvir ungir føroyskir sum gjørligt skuldu framføra í Grótinum, og tí fylgdi festivalurin eisini upp, hóast onkrir eldri og útlendiskir tónleikarar eisini sluppu upp í part. Umleið 25 tónleikaframførslur vóru á okkara palli á G! Festivalinum, sum uml. 6.000 fólk fingu stóra gleði av.
 
Pallurin kostaði Tónleikasamtakinum Grót líka undir 100.000 kr., og vit halda at hesin peningur var væl brúktur og tanti sínum endamáli til fullnar. Av tí at hetta var ein so mikið kostnaðarmikil verkætlan, kom stuðulin frá FUR sera væl við, og tað eru vit ómetaliga takksom fyri.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023