31. mars 2015

XPERIMENT

Frágreiðing um verkætlan at gera videolag

í 2011 var kórið XPERIMENT sett á stovn. Tað varð mannað av sangarum úr ymiskum fyrrverandi kórum hjá kórleiðaranum, Sigrið Sivertsen. Hetta kórið eydnaðist væl, og tá Sigrið fór undir eina útbúgving á konservatorinum, fór hon undir at geva gomlum føroyskum sangum nýggjan ham. Hetta dámdi føroyingum sera væl, og tískil varð avgerð tikin, fyri tveimum árum síðan, at eitt videolag skuldi gerast. Hetta var til sangin Lívsmynd.

Videolagið varð ómetaliga væl móttikið av bæði føroyingum og eisini umheiminum, og á youtube eru tað yvir 91.500 í skrivandi stund, ið hava sæð tað. Nú, tvey ár seinni, hevur XPERIMENT givið fløgu út, og vegnað vælumtókta videolagið av Lívsmynd avgjørdu vit, at enn eitt videolag skuldi gerast – hesa ferð av táttinum  Í Gøtu ein dag. Upptøkurnar vórðu gjørdar í tveimum og er tað Polar Films, ið framleiðir videolagið og tað er hetta FUR hevur latið stuðul til.

Vit vilja takka FUR fyri stuðulin og gleða okkum at sleppa at vísa tykkum videolagið tá tað kemur út.

Vinarliga XPERIMENT

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023