01. apríl 2017

Dramaverkstaðið

Frágreiðing um Leikaløtuna 2016

Dramaverkstaðið hevði tveir sjónleikir á skránni. Tað var leikurin Lítli Gutti (Rithøvundur, Hjørdis V Johansen) og nýskrivaðið leikurin Jólarok (Rithøvundur, Hjørdis V Johansen).

26 ung og børn leiktu uppá skift. Leikaløtan 2016 varaði umleið 1 tíma.

Um Lítla Gutta: Lítli Gutti er ein heldur ófriðaligur eingil og klossutur, ja hann er ein plága fyri hinar einglarnar. Hetta er ikki so heppið, men stóri eingilin, Klára, roynir at hjálpa honum og tað gera hinir einglarnir eisini. Hvat so hendir......ja, tað síggja tit á Dramaverkstaðinum.

Stutt um Jólarok: Leikurin snýr seg um ein jólamann, sum er nokkso troyttur av ikki at hava onkran annan vaksnan at tosa við. Tað skilja nissurnar so ikki petti av, men vit siga ikki meira .... so tit mugu koma at hyggja á Dramaverkstaðinum.

Stutt um Søguna: Umframt leikirnar, var Søgan eisini søgd og tá kundu áskoðarir spæla við, Søgan var um nissur, røvarar, kettur og álvar.

Um tey vitjandi børnini ynsktu tað, kundu tey verða málaði í andlitinum, sum nissur, røvarar, dúgvur ella gandafólk.

Eitt sindur um tey sum leiktu:

Samlað vóru tað 26 børn/ung, deild í Lið 1 og Lið 2. Hvørt lið hevði 13 leikarar og liðini skiftust um at framførða annanhvønn dag. Eisini bar til at skifta um, tá tað var neyðugt og at vikariera um barn var sjúkt.

Leikararnir vóru 8 til 17 ára gamlir.

Leikararnir høvdu uppá stutta tíð vænt til Leikaløtuna. Tey flestu høvdu gingið til drama í tvey ella fleiri ár, men nøkur fá byrjaðu á Dramaverkstaðnum í september 2016.

Sýningarnar vóru væl vitjaðar og fólk vóru væl nøgd við tað tey sóu. Rættulig ummælir eru sjálvdan í miðlunum, tá tað snýr seg um børn sum spæla fyri børnum, men vit fingu góð orð og rós beinleiðis og á fb.

Sýningar vóru kl 18.00 og 19.30 leygardag og sunnudagar, gerandisdagar vóru sýningar kl 18.00.

Atgongumerkir á 100,00 kr kundu keypast á Kunnigarstovuni og við dyrnar á Dramaverkstaðnum 1 tíma undan sýning. Pinkubørn (0 til 2 ár) ókeypis. Smábørn (2 til 6 ár) bert saman við vaksnum!

Dramaverkstaðið er eitt sera virkið Barna- og Ungdómssjónleikarafelag, sum arbeiður fyri at menna og vekja ans fyri sjónleiki og skipar fyri skeiðum.

Vh Hjørdis V Johansen

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023