23. august 2017

Sosialistisk Ung

Frágreiðing um vitjan hjá Forbundet Nordens Socialdemokratiske Ungdom í Føroyum

FNSU (Forbundet Nordens Socialdemokratiske Ungdom) er paraplyfelagsskapurin hjá sosialdemokratisku ungmannafeløgunum í Norðurlondum. Tann 31. mai til 2. juni 2017 var Sosialistisk Ung vertur um norðurlendskan fund fyri FNSU. Talan var um gestir úr Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi.

Byrjað var á miðdegi mikudagin 31. mai við frokosti og minglan millum luttakararnar. Síðani var framløga um føroysku arbeiðararørsluna við Helga Eidesgaard, søgufrøðingi, og eftir hetta vóru workshops og kjak. Um kvøldið gekk leiðin til Nólsoyar á Maggies.

Hósdagin vitjaðu vit løgmann, Aksel V. Johannesen, í Tinganesi, har hann greiddi frá u og eftir tað var vitjað í Løgtinginum, har Kristianna Winther Poulsen greiddi frá um løgtingsarbeiðið.

Seinni høvdu vit framløgu um føroyskan politikk og uttanríkispolitikk hjá fólkatingslimi, Sjúrða Skaale, umframt at bólkaarbeiðið helt fram. Um kvøldið var farið á Áarstovu at eta.

Fríggjadagin endaðu vit fundin við at taka samanum, áðrenn leiðin hjá gestunum gekk heimaftur.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023