01. september 2017

Amnesty Ung

Frágreiðing um alment tiltak um nakinmyndir og happing á netinum

Í juni vitjaðu brøðurnir handan Pulterkammerets Aktivister Amnesty og høvdu væleydnaða tiltakið NAKIN Á NETINUM í Perluni.

Hóast vit vistu tað áðrenn, so gjørdust vit í samband við fyrireikingar og samrøður, tá enn meira varug vid hvussu viðkomandi og aktuellur hesin trupulleiki er. Tey ungu hava veruliga tørv á einum talgildum ella digitalum dannilsi, og vit trúgva uppá, at tað ber til at læra hvønn annan tað. Tey vaksnu skulu eisini rustast, umframt børnini. Vit eiga øll lut í, at samtykki og siðilig viðferð av hvørjum øðrum fer fram on- eins og offline. Hetta og mangt annað prátaðu brøðurnir Michael og Jan um hetta kvøldið í Perluni í Havn. Nógv ung vitjaðu, og tað er eingin ivi um, at serliga tey hava áhugað í evninum og kenna til trupulleikarnar. Viðkomandi spurningar komu úr salinum og eisini til hini bæði uppleggini um ávíkavist lógina og persónliga søgu.

Samstundis sum kvøldið var væl eydnað í sær sjálvum, nógv møttu og aktiv luttøka, so var tað eisini ein góð byrjan og startsskot til summarátakið hjá okkum “Mynd krevur Samtykki” Kanning, sum Fólkaheilsuráðið hevur latið gjørt hjá spyr.fo vísti í august 2017, at 91% av ungum ml. 15-25 hava sæð átakið. Vit halda at Amnesty eigur lut í hesum, og tiltakið við Pulterkammerets Aktivister var neyðugur liður í at hetta eydnaðist so væl hjá okkum.

Sum liður í arbeiðinum hjá Amnesty at varpa ljós á rættin til egnan kropp, er tað natúrligt eisini at varpa ljós á, at hesin rættur sjálvsagt eisini fevnir um talgilda heimin og myndir. Myndir krevja samtykki, og við hesum tiltaki vilja vit varpa ljós á, at tað er ólógligt at deila myndir á netinum uttan samtykki.

SKRÁ:

1) LÓGIN: Hvat er ein lóglig mynd? Nær kunnu vit deila eina mynd? Hvussu geva vit samtykki á netinum, og hvussu taka vit tað aftur? Og nær er talan um barnaporno?

2) BROT ÚR SØGU UM KVINNU, og um hvussu hon var útsett fyri ágangi á netinum.

3) UPPLEGG: Jan og Michael Lauritsen frá Pulterkammerets Aktivister fara síðani saman við næstformanni teirra Stefan Roy Frederiksen at greiða frá, hvussu teir eru farnir í hernað ímóti hevndarporno og grovum ágangi á netinum, hví hetta er ein hjartamál fyri teir, og hvussu teir halda, at vit øll kunnu vera við til steðga hesum vaksandi trupulleika.

4) FRUM: Vit hoyra livandi tónleik frá bólkinum FRUM við Jenny Kragesteen.Rebekka Manuela Behrens fer at leiða okkum ígjøgnum kvøldið,Tiltakið varð væl lýst m.a. á facebook, á in.fo og við plakatum runt um í býnum. Eisini vóru Jan og Michael Laursen í miðlunum, m.a. í GMF. http://kvf.fo/gmf?sid=68745

Samanumtikið fingu vit tað burtur úr, sum vit vónaðu. Vit gjørdust klókari og umrøddu eitt átrokandi evni. Vit lærdu eisini, at fólk vita ov lítið, og halda sjálvar at bara aftaná hetta summarið eru vit meira tilvitaði um evnið. Tiltakið var sum sagt fyrsti liður í einum størri arbeiði við at fyribyrgja deiling av nakinmyndum og øðrum viðkvomum persónligum myndum/tilfari. Eisini var tiltakið liður í okkara langtíðararbeiði við neyðtøku, sex og samtykki, kropsligum rættindum og harðskapi, øll fevnd undir sama altjóða átaksregnskjóli hjá Amnesty International My Body My Rights.

Takk fyri stuðulin!Vit halda áfram at arbeiða við rættindum til egnan kropp og persónligt frælsi at ferðast uttan ótta fyri at vera fyri ágangi, bæði í fysiska og digitala rúminum, og vit takka FUR hjartaliga fyri stuðulin og harav teir ítøkiligu møguleikar til at fáa týdningarmikla boðskapin út til flest møgulig ung í Føroyum.

Ung virkin í Amnesty eins og felagsskapurin í síni heild, fara at halda áfram við at arbeiða við samtykki hugtakinum bæði í mun til sex og myndir m.a. til átakið Vika SEX, sum verður í viku 6. Eisini hava tey ungu hug at fáast við evni í ungdómsbólkinum hjá Amnesty, og arbeiða í løtuni við at fáa hetta í lag.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023