18. oktober 2017

PolUng – Ó-kjak

Frágreiðing um Ó-kjak

Enn einaferð hevur PolUng í samstarvið við Ó, við játtan frá FUR, skipa fyri kjakum, ið eru tikin upp og lagd út á alnótina.

Endamálið við hesum kjakunum, er at varpa ljós á ungdómspolitisku áskoðanirnar, og at skapa eitt kjak millum við ungu. Tað er av alstórum týdningi fyri fólkaræði, at politiskt kjak eisini er millum ung, og hetta hevur víst seg at rigga væl við Ó-kjakunum. So at siga øll ungmannafeløgini, hava sæð ein vøkstur seinastu fáu árini, og í hesi positivu menningini hava Ó-kjakini uttan iva, havt ein stóran týdning.

Umframt at hava stóran týdning fyri feløgini, hevur tað eisini stóran týdning fyri einastar limir í feløgunum. Øll ungmannafeløgini royna sum best ber til, at leggja kjakini so, at tað ikki eru tey somu sum kjakast, men at fleiri sleppa framat. Hetta hevur við sær, at ungu politikarirnir verða lærdir upp í kjaki.

Stuðulin til Ó-kjakini var rakk til 16, men av hesum 16 kjakunum ið vit fingu bjóðað frá Ó, hava bert 11 verið. Hetta kemst m.a. av at ungmannafeløgini hava havt sera trupult at arbeiða saman, og tískil eru nøkur kjak dottin niður í millum. Eisini er innari strukturuin í PolUng gjørdur soleiðis, at øll ungmannafeløgini hava veto-rætt, og hesin er tíðanverri vorin nýttur til at forða kjakum um ávís evni. Í staðin, gjørdi PolUng eina óformella avtalu við Hanus, at ungmannafeløgini skuldu hvør í sær, sleppa til samrøðu í Ó, um ungmannafeløgini t.d. høvdu eitt tiltak e.t.

Hetta eru vit í PolUng sum heild sera nøgd við. Telur man kjakini og samrøður saman, er talið 17 sjónbond. Hetta er altso meir enn hvat var lovað í sáttmálanum millum Ó og PolUng.

PolUng takkar fyri stuðulin frá FUR, ið uttan iva hevur skapt eitt virknari ungdómspolitiskt landslag.

Vinarliga

Magnus Heinason Eysturoy,
skrivari og virkandi formaður

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023