23. oktober 2017

Skótalið KFUMs

Frágreiðing um luttøku á Spejdernes lejr

Skótar frá Skótaliði KFUMs luttóku á Spejdernes Lejr 2017 16. juli - 2. august.

  1. juli

Eitt vakurt og stilt sunnukvøld fóru 22 væl hýrdir skótar á eina ferð við Norrønu. Vit hugnaðu okkum bara og royndi at tilpassa okkum sum best umborð á Nørrønu.

  1. juli

Øll vórðu vakt nøkulunda tíðliga og síðan fóru vit at eta morgunmat. Tey yngru fóru at sparka, meðan tey eldru hugdu eftir filmi. Fyri at siga sum er: har var ikki so nógv at gera umborð á hesum báti - alt verður gamalt aftaná 3 tímar. Vit fingu døgurða og um kvøldið fóru nøkur í hitapott og hini slappaðu av og hugdi eftir filmi í kamarinum.

  1. juli

Øll vórðu vakt og fóru at eta morgunmat og síðan fóru vit beinleiðis í kømrini at pakka, soleiðis at vit vóru klár, tá ið vit løgdu at í Hirtshals. Eftir hetta sótu vit bara og slappaðu av, meðan vit bíðaðu eftir at sleppa í land.

Tá ið vit komu í land fóru vit beint í ein buss til Danhostel í Aalborg. Vit vórðu deild upp í ”sovibólkar” og gjørdu okkum síðan klár at fara at shoppa í Aalborg Storcenter. Eftir at vit høvdu verið har í nakrir tímar, fóru vit í biograf til ‘Baby Driver’ Um kvøldið, tá ið vit komu aftur á hostellið, høvdu vit eina felags andakt.

  1. juli

Vit ótu morgunmat og fóru so við einum bussi til Aalborg Funcenter. Vit vóru har í fleri tímar og hugnaðu okkum gevaldigt. Eftir tað gingu vit til eina svimjihøll, men tá vit komu hartil funnu vit útav, at leiðarnir høvdu hugt eftir skeivum skemaði og at vit bara høvdu ein hálvan tíma til at svimja, áðrenn høllin stongdi. Ávegis heim fóru fýra skótar og tveir leiðarar at keypa inn til at gera pitabreyð til døgurða. Tá ið tey so komu aftur, fóru nøkur onnur at gera døgurða og hini hugnaðu sær bara á hostell økinum. Eftir døgurða tosaðu øll og spældu spøl og áðrenn vit fóru at sova høvdu vit eina felags andakt.

  1. juli

Vit høvdu skund at eta morgunmat, tí at allir skótarnir svóvu eitt sindur ov leingi. Eftir morgunmat pakkaðu vit alt okkara og gjørdu okkum klár at fara við einum bussi til Houens Odde. Nógv svóvu allan túrin og onnur sungu og spældu spøl. Tá ið vit komu til Houens Odde, settu vit okkara viðføri frá okkum og setti okkum inn aftur í bussin og fóru síðani langu leiðina til Legoland. Vit vóru har í fleiri tímar, har vit royndu nógv stuttlig ting. Eftir langa dagin gingu vit til eina matstovu, har vit fingu fantastiska pizza. Eftir tað fóru vit yvir aftur til legoland, har bussurin aftur til Houens Odde bíðaði eftir okkum. Tá ið vit komu hagar, settu vit telt upp og fóru í song.

  1. juli

Hendan dagin vóru vit í Houens Odde og helvtin av okkum fóru at gera knív og hin helvtin fór at gera skálir ur kokusnøtum. Vit gjørdu eisini mat.

  1. juli

Um morgunin gjørdu vit klárt at fara frá Houens Odde. Tá vit skuldu koyra til Spejdernes Lejr, funnu vit útav, at franskmennirnir, ið eisini høvdu gist í Houens Odde, høvdu ikki bílagt nøktandi pláss i bussinum og vit mundu ikki komið við. Tá vit komu til Spejdernes Lejr brúktu vit næstan ein tíma um at finna útav, hvar vit skuldu vera. Tann dagin pioneraðu vit eisini á leguøkinum.

  1. juli

Vit vóru á The Beast, sum var ein stór hoppiborg, og Valborg og Maria komu til skaðis. Tad regnaði øgiliga illa tann dagin. Nøkur funnu ikki heimaftur – tey viltust eftir eina virksemi - men komu allíkavæl heim.

  1. juli

Dávur, Bogi, Ægir og Róaldur bygdu lego, meðan hini fóru til Adventure Race og nøkur onnur fóru at taka okkurt merki. Vit keyptu eisini Spejdernes Lejr troyggjurnar.

  1. juli

Hendan dagin skuldu vit til eitt, sum eitur Rejse, har mann skuldi gera alt møguligt t.d. fingu vit ein “veðurstein”. Hetta var ein bleytur steinur, sum mann kundi forma til ein figur. Til renningina skuldi mann eisini pionera ein bil-lyftara.

  1. juli

Vit deildu leguøkið saman við skótum úr Bornholm og vit høvdu avtalað at fara á eina GPS renning saman, sum teir høvdu lagt út. Vit vóru deild í patruljur við danunum. Túrurin fór fram í Sønderborg.

  1. juli

Helvtin fór til virksemið Scout Party og hin helvtin fór til virksemið World Explorer. Til Scout Party skuldu tey luttaka í einum slagi av Jeopardy, har mann valdi eitt evni og so valdi mann torleikastigið, t.e. frá 100 – 500, har 100 er tað lættasta. Um mann kláraði uppgávuna, fekk mann so nógv stig, sum talið vísti, ið mann hevði valt.

Um kvøldið fóru nøkur til God Nat Løbet, har mann skuldi til postar, ímeðan “tjóvar” gingu runt.  Um tjóvarnir fangaðu eina patrulju, fekk patruljan ein straff, sum tjóvurin valdi.

  1. juli

Vit fóru til tað, sum nevndist Rejse kultur, har vit m.a. skuldu pumpa eina dekkpumpu við einari fløsku á endanum og skjóta hana og vit skuldu koyra vatn í eitt langt rør og tá við tóku proppin av í botninum, rann vatnið soleiðis, at tað skumpaði ein tennisbólt eftir einum bana, men tað var um at detta sundur, so tað riggaði rættliga illa.

Seinni fóru tey, sum høvdu valt Adventure Spejd Night, á náttarrenningina. Hon vardi frá kl. 19 – 05, og vit vóru í 2 patruljum við 5 skótum í hvørjum.

Renningin fór fram soleiðis, at ein í patruljuni hevði eina telefon og loggaði seg inná eina app, har mann sá eitt kort við nøkrum postum, og tá mann var liðugur við ein post, scannaði mann eina QR-kotu og man fekk veðleiðingar til fleiri postar. Mann fekk nøkur hint frá appuni, hvat posturin snúði seg um. Hvør patrulja hevði nógva útgerð, sum skuldi brúkast á renningini. T.d. skuldi mann hava svimjuklæðir, køksamboð og fleiri onnur ting við á renningina.

Vit høvdu valt at læna súkklir frá Spejdernes Lejr, so tað gekk nógv skjótari at ferðast millum postarnar. Vit brúktu langa tíð um at finna útav, hvussu skipanin riggaði og vit súkklaðu skeivt óteljandi ferðir, men tá vit so funnu postin, skuldu vit brúka ein GPR trakkara, sum vit ikki høvdu, so vit gittu bara svarið til postin.

Tá vit skuldu til næsta post, gekk skipanin fyri og vit máttu bíða í ein hálvan tíma ella harum, men skipnin kom upp at koyra aftur og tá høvdu vit fingið skil á, hvussu tað riggaði.

Til næsta post skuldi mann við einum bussi og mann skuldi koyra í eini 15 min., so vit mistu súkklurnar hjá okkum. Hetta var nokkso keðiligt. Eftir hetta skuldi mann gera eina sletu av papperkjum, skrelliposum og plastikkrørum. Mann fekk 3 royndir, men tað gekk so seint fyri seg, so mann fekk bert 2 royndir. Tað riggaði serstakliga illa, tí mann skuldi skanna ein QR kotu fyri at tíðtakarin skuldi byrja, men tað var myrkt, so tað riggaði illa.

Vit gjørdu eisini ymiskt annað, t.d. skuldi mann ganga í sjónum, uml. 2 km. Mann skuldi svimja út einar 100 m og inn aftur. Vit høvdu ein dana við okkum, tí hansara patrulja vildi ikki útí. Til okkara síðsta post skuldi mann gera ost, pylsu og meiones heilt frá botni og hjá okkum bleiv osturin gráur, tí vit rørdu við einum svørtum leðurslíðra, og pylsan var rá og meionesið var flótandi, so dómarin kundi ikki eta matin.

Tá vit vóru liðug, var tað meiningin, at eitt lítíð hátíðarhald skuldi vera fyri teimum, sum høvdu verið við og her fekk mann at vita, hvør vann, men okkara patrulja orkaðu ikki - vit fóru beint í song.

  1. juli

Hetta var næst seinasti dagur á Spejdernes Lejr, har vit skuldu taka pioneringarnar niður, men vit tóku okkara inngangsportal niður síðst, tí danskararnir skuldu hava felagsmyndir við honum og so skuldu vit til endaseremoni. Har tosaðu tey nógv um, hvat var hent og vístu okkum filmar frá leguni og til síðst kom Scarlet Pleasure, ein danskur sangari, at syngja.

  1. juli

Vit fóru av Spejdernes Lejr hendan dagin. Vit koyrdu í einum bussi í tveir tímar til Aarhus. Beint tá ið vit vóru komin, fóru vit í Jensens Bøfhus at eta, sum lá beint hinumegin vegin, har vit svóvu.

  1. juli

Vit fóru í Tivoli Friheden. Har var nógv at síggja t.d. fritfald (30m), radiobilar, karusell, og har var stuttligt at vera. Eftir tivoli fóru vit at eta, og so gjørdu vit eina eftirmeting av leguni og fóru at leggja okkum.

  1. august

Kl 07:30 vórðu tey yngru vakt, sum skuldu til Føroyar við Norrønu aftur. Tey fóru í ein buss, sum koyrdu tey til Norrøna. Tað var bara ein leiðari, sum kom við til Føroyar. Tey eldru skuldu flúgva til Onglands og har skuldu tey vera í eina viku.

  1. august

Tann 2. august vóru vit yngru umborð á Norrønu á veg heim til Føroyar. Umborð á Norrønu fóru vit í biograf. Men annars vóru vit ikki serliga nógv saman - vit gjørdu hvør sítt – vit vóru tó saman til allar máltíðir. At enda var tíðin komin til, at vit skuldu í land. Har bíðaði ein leiðari eftur okkum -  sum faktiskt er maður leiðaran umborð á Norrønu. Og so var hendan ferðin enda og øll fóru heim.

Stuðlaðar verkætlanir

Skótaliðið Royndin

Frágreiðing um flakatiltak í Vági

KFUM skótarnir í Føroyum, Føroya Skótasamband og Føroya KFUK skótar

Frágreiðing um luttøku á Jamboree 2023 í Suðurkorea

KFUM skótarnir í Føroyum og Føroya Skótasamband

Frágreiðing um luttøku á Go Global 2023

Tabletop Føroyar

Frágreiðing um GameJam Føroya 2023