07. november 2017

Framsøkin Ung

Frágreiðing um limatiltak

18. august 2017 varð farið av Kongabrúnni kl. 16.00 út á Borðina, Nólsoy. 24 luttakarar luttóku.

Har var gongutúrur inneftir. Hálvvegis ótu vit tvíflísar, og ein røða var hilidn, omframt at fundur var hildin, har orðið var frítt.

Vit komu inn til bygdina uml. kl. 20.00. Tá kom Marnar úr Skúr at vísa okkum runt í bygdini og læra okkum nakað av bygdasøgu um Nólsoynna, og hvussu ferðavinnan hevur ment/mennir oynna.

Tá fóru vit inn til Maggie's, har FU betaldi mat til øll.

Ternan silgdi heim kl 22.20.

FU betaldi allan matin, tó ikki allar drekkivørur.

Blíðar heilsur,

Bjarni Rasmussen
Formaður, Framsøkin Ung

Stuðlaðar verkætlanir

Tabletop Føroyar

Frálæra í Pokemon sum kortspæl

Tabletop Føroyar

Vikulig borðspælstiltøk í Suðuroy

Føroya KFUK Skótar

K-Lega 2026

KFUM- og KFUK-skótarnir í Fuglafirði

Ferð til Grønlands